Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroysku fosturtøkutølini í veruleikanum nógv hægri

Innanlands | 13/09-2022 12:00

Í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur, ið fáa fosturtøku í Danmark um árið. Tað vísa nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið. Stór lýsing av øllum økinum verður løgd fram seinni í heyst

Sambært almennu føroysku hagtølunum eru lutfalsliga nógv færri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, enn kvinnur í granalondunum.

Men hesi tøl eru skeiv. Veruligu føroysku fosturtøkutølini eru nógv hægri, enn vit hava hildið.

Nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið, vísa, at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað merkir, at fosturtøkutalið per 1000 livandi fødd fer úr 39 upp í 125, um vit taka støði í 2016. Og at tað í veruleikanum í minsta lagi eru næstan 100 føroyskar kvinnur í miðal, sum á fáa fosturtøku um árið, og ikki góðar 30, sum hildið hevur verið.

Ein av fortreytunum fyri at fáa fosturtøku á almennum sjúkrahúsi í Danmark er, at viðkomandi skal vera skrásettur í Danmark. Tað er tískil sannlíkt, at nógvar av kvinnunum, sum koma úr Føroyum, skráseta seg sum búsitandi í Danmark í sambandi við fosturtøkuna.

Sjúrður Skaale heldur tað vera neyðugt, at vit nú taka ábyrgd av hesum økinum í Føroyum:

"Tølini prógva tað, sum mong munnu havt havt ein varhuga av: At tað er anarki á økinum. Vit vita, at tað eru kvinnur, sum fáa sína fosturtøkuumbøn játtaða av somu orsøkum, sum aðrar fáa hana noktaða. Tað vil siga, at tilvildin og persónligi hugburðurin hjá læknanum ræður. Og hesi nýggju tølini vísa, at nógvar kvinnur fara uttan um lógina á ein annan hátt - nevniliga við at fara til Danmarkar. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Nú mugu vit tora at taka ábyrgd av hesum," sigur fólkatingsmaðurin.

Skeiv tøl

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikarar royna at finna útav, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.

Í 2004 spurdi Radikale Venstre heilsumálaráðharran hvussu nógvar kvinnur í árunum 1999-2002 fóru til Danmarkar at taka fosturtøku. Svarið var: 1 kvinna.

Í 2017 spurdi fólkatingsmaðurin Magni Arge heilsumálaráðharran, hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tá var svarið 1 kvinna um árið.

Mong hava verið fullgreið um, at hesi tølini vóru skeiv. Tí hevur Sjúrður Skaale spurt nógv meir nágreiniliga um málið (spurningarnir og svarini eru viðheft tíðindaskrivinum). Tað hevur tikið drúgva tíð, kravt stórt arbeiði og nógvar sonevndar "koyringar" hjá Danmarks Statistik at finna fram til svarini - men her eru tey so.

Og hetta er neyvan tann fulli sannleikin heldur, tí tað eru eisini føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku heilt uttan fyri skipanina.

Stór lýsing og alment tiltak um fosturtøku 30 septembur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur ikki bara fingið til vega verulig hagtøl, men hevur eisini tosað við kvinnur, sum hava royndir á økinum, læknar í bæði Føroyum og Danmark og onnur, sum hava við økið at gera.

Hetta verður alt lagt fram í stórari kanning seinni í heyst.

Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.

Kanningin og nýggju hagtølini verða løgd fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn, fríggjadagin 30 septembur kl. 15.00.

Tað er ókeypis atgongd, men tilmelding er neyðug við at senda ein teldupost á jf@ft.dk ella við at senda eini boð á Facebook til Javnaðarflokkin á fólkatingi. Avmarkað pláss.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, Sjúrður Skaale


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Gobal warming
Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp
Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar
Stórfundur um at hjálpa Ukraina
Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi