Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur
Rentan hjá Tjóðbankum í Europa og USA er hækka seinstu tíðina. Og nú hækka bankar í Føroyum eisini renturnar
Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska
tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022.
Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum
hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.
Rentubroytingin merkir, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka í
næstum. «Framyvir verður tað eitt sindur dýrari at læna pening, meðan kundarnir við innláni
skulu gjalda minni í negativari rentu,” sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur
fara at hækka við 0,4%-stigum p.a.
Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5%-stigum p.a., meðan útlánsrentur
fara at hækka við 0,5%-stigum p.a.
Rentubroytingin fær gildi 1. september, og lýst verður í miðlunum í næstum.
Blíðar heilsanir
Suðuroyar Sparikassi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











