Sea Lice Conference International 2022
Áleið 240 luttakarar vóru til ráðstevnuna, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum. Nú ber til at síggja rástevnuna og teir 50 fyrlestrarnar á Youtube
Fiskaaling var í mai í ár vertur fyri stórslignari altjóða vísindaligari ráðstevnuna um lús. Talan er um vísindaligu ráðstevnuna "Sea Lice Conference International 2022”, har granskarar úr øllum heiminum løgdu fram nýggjastu granskingarúrslitini um lús, fiska vælferð, lúsa-lívfrøði, viðgerðir móti lús og onnur evni, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna í heiminum.
Endamálið við altjóða ráðstevnuni at savna granskarar úr øllum heiminum á einum palli, har granskingarúrslit um ymisk evni vórðu løgd fram. Ráðstevnan verður vanliga hildin annaðhvørt ár, og seinasta Sea Lice ráðstevnan var í 2018 í Kili.
Áleið 240 luttakarar vóru til ráðstevnuna, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 9. til 13. mai 2022. Ráðstevnan fevndi um 8 høvuðsevnir:
Sea Lice Biology
Modelling and epidemology
Genetics and genome
Medicinal treatment
Non-medicinal treatment
Fish welfare
Wild fish interaction
Management; Policy and legislation
Seinastu tíðina hevur nógv arbeiði verði at leggja sjónbond frá ráðstevnuni út á alnótina, og tí bjóðar Fiskaaling nú almenninginum at vitja okkara YouTube rás.
Fyrilestrarnir frá rástevnuni hava SLC 2022 fremst í tekstinum. Í tali eru teir á leið 50 og fyrilestrahaldarar koma ymsa staðni frá og fleiri eru føroyskir Rásin sæst. her
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











