Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
R7 Premier League
Hvat er tað at læra at lesa, vert?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Fróðskaparsetur Føroya: Serskild játtan krevst fyri at lyfta brekøkið

Innanlands, Politikkur | 15/09-2022 18:19

Fróskaparsetri viðmerkir mál um persón við breki. Tey arbeiða við at finna eina loysn, so tann lesandi kann halda fram við lestrinum

Í lesarabrævi í dag skrivar Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, um eitt kærumál um Fróðskaparsetrið og ein lesandi, ið ber brek, sum kærdi um ikki at sleppa til nýggja próvtøku.

Fyrst er at siga, at Fróðskaparsetur Føroya tekur rættindi hjá fólki, ið bera brek, í størsta álvara, og at vit sjálvandi viðurkenna ta ábyrgd, sum liggur á okkum at taka neyðug atlit at lesandi við serligum tørvi. Fróðskaparsetrið hevði av tí sama tillagað lestrarumstøðurnar hjá viðkomandi so væl, sum til bar, men kortini gekk ikki eftir vild.

Ítøkiliga málið hevur verið hjá Javnstøðunevndini, sum gav tí lesandi viðhald í síni kæru.Síðani hevur Uttanríkis- og Mentamálaráðið samsvarandi niðurstøðuni hjá Javnstøðunevndini ógildað avgerðina hjá Setrinum.

Fróðskaparsetrið tók sjálvandi hesa avgerðina til eftirtektar og hevur roynt og roynir enn at fáa til vega nøktandi stuðul, so at tann lesandi kann halda fram við útbúgvingini, men nógvar forðingar hava verið og eru á vegnum.

Ikki ber til at fara í smálutir, tí talan er um persónsmál, men sum heild er at siga, at júst hetta málið er eitt dømi um, at tað ikki altíð er møguligt undir verandi umstøðum at fáa til vega tann eyka stuðulin, sum krevst, um fólk við breki skulu kunna fullføra útbúgvingar á Setrinum. Mangan er tann stuðulin treytaður av veitarum uttan fyri Setrið, og tá teirra
tænastur eru avmarkaðar, so verður stuðulin á Setrinum til lesandi, ið bera brek, tað eisini. Og tá halda vit ikki tær skyldur, sum eru álagdar okkum.

Vit á Setrinum eru sera tilvitað um og taka í størsta álvara tær treytir, sum vit hava m.a. í lógini um Fróðskaparsetur Føroya. Har stendur, at “rektarin skal skipa fyri, at lesandi, ið hevur skerdan virkisførleika og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella stuðli, fær tilboð um hetta”. Orðingin í lógini rúmar ikki veruligu støðuna, sum vit standa í í dag, har umstøður uttan fyri Setrið ikki eru til at veita tann kravda stuðulin, og hetta samsvar má
koma, um lógin skal kunna haldast.

Heldur ikki er nøkur kunngerð til hesa týdningarmiklu lógaráseting, men Fróðskaparsetur Føroya samstarvar við Uttanríkis- og Mentamálaráðið um at fáa slíka kunngerð orðaða.Vónandi verður hon ein bati.Tí eitt er vist: Skulu rættindi til fólk, sum bera brek, fremjast fult og heilt í verki, so skal meira til enn orðingar í sáttmálum og lógum.

Vit taka fult og heilt undir við forkvinnuni í Megd, tá hon skrivar, at útbúgvingarstovnar í framtíðini eiga at fáa nøktandi ráðgeving og fíggjarliga orku til at gera rímiligar og neyðugar tillagingar, tá tað krevst. Og at vit á Fróðskaparsetrinum altíð eru sinnað at samstarva og samrøða við Megd og onnur, tá tørvur er á tí.

At enda er at siga, at Fróðskaparsetrið enn arbeiðir við at finna eina loysn, so tann lesandi kann halda fram við lestrinum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
“Tíðligahjálp”
13 milliónir til mentan og list
Allir føroyingar eiga at sleppa at njóta føroysku náttúruna
ALS-stuðul til uppsjóvar- og alivinnuna?
Andakt
Arbeiðsmarknaðar­lógin skal dagførast
ÁRSINS ORÐ: BÍÐILISTAR!
Barnakonur til Havnar – onki luksus!
Barnakonur til Havnar – onki luksus!
Barna­málaráð skal styrkja familjurnar
Barsil skal fylgja barninum!
BINDANDI PSYKIATRIÆTLAN NÚ!
Bogaskjóting
Borgarar við avbjóðingum skulu fáa góða hjálp
Breiðar semjur – við ella uttan Fólka­flokkin
Børnini, óansæð bústað og kor, skulu fáa møguleikan til frítíðarítrív
DET SKAL GØRE ONDT, FØR DET KAN GØRE GODT
Eg bjóði meg fram at umboða teg!
Ein borgarlig, liberal, sosial og tjóðskapar­lig rødd á Tingið
Ein bústaður er eitt heim – ikki ein vøra
Ein króna til ítróttin sparir nógvar krónur aðrastaðni
Ein nútímansgjørdan arbeiðsmarknað, nú!
Eitt samfelag til okkum øll, heldur enn til tey fáu
Fara 2000 ár aftur í kirkju­søguna
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
R7 Premier League
Hvat er tað at læra at lesa, vert?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi