Íkast til tankar um ferðavinnu.
Bergun Kass viðmerkir, aftaná vitjan av donskum pari
Hevði vitjan av einum donskum pari, ið vitjaði her nakrar dagar.
Ein dagin høvdu tey ætlað sær at svomið, men fótbóltsdystur og byggjaríið gjørdu, at tað var vónleyst at sleppa av við bilin, so tey hugdu í guiduna fyri at finna útav, hvat so var til ráða at taka. “Golfvøll, jú, har máttu tey fara.”
Tey hildu um høvdið, tá tey greiddu frá túrinum út á Glyvursnes, sum nú ikki heldur bleiv til tað tey fóru eftir. “Jamen, niðri eru matstøð og annað knýtt til økið,” og um vøllin, ja og tjaaa og undran og spyrjandi andlitsbrá.
Men tey høvdu fingið eitt deiligt bað undir einum fossi harúti, - tað var tann dagin tað var rættuligt áarføri.
“Hava tit sæð botaniska havan?” Jú, hann var niðri i gomlu Hoyvíkini - tey skemtaðu góðsliga um okkara uppreklameraðu seværdigheitir og um at havin ikki var størri enn pappírið, tey høvdu í hondini.
—-
Einki ringt um golfvøllin ella havan - meira enn tað, at tey ikki standa mát við tað ferðafólk hugsa um slíkt, og hetta eiga vit at tilskila og geva okkum far um, tá vit lýsa við slikum, haldi eg.
Men Gjáargarður fekk tólv av tíggju stjørnum, serliga var tað blïðskapurin sum var í serklassa.
So var tað skeltingin og um hví vit skeltaðu so lítið. “Ja, jeg skulle til Hotel Hilton, men der var da ikke nogen hoveddør. Jo, jeg kunne se en vej nedad langs huset, men tænkte den måtte være til de store køretøjer, som skulle levere varer til køkkenet. Jamen, hvorfor er der ingen skilte? Tey høvdu fleiri dømi um væntandi skelting.
Sum ferðafólk flest frøddust tey tó um náttúruna og tær nógvu ókeypis upplivingarnar.
Veit ikki um vit gera stórvegis eftirmetingar, i øllum føri eru tær neyðugar. Hetta er bara eitt lítið konstruktivt íkast.
Mest lisið í farnu viku

Andakt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











