Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fýra nýggir Airbus flogskiparar til føroyska flogvinnu

Innanlands | 28/09-2022 10:38

Mánadagin kundi Atlantic Airways hátíðarhalda, at felagið enn eina ferð hevur útbúgvið føroyskar flogskiparar


Mánadagin kundi Atlantic Airways hátíðarhalda, at felagið enn eina ferð hevur útbúgvið føroyskar
flogskiparar til føroysku flogvinnuna. Hesa ferð er talan um fýra nýggjar føroyskar Airbus 320
flogskiparar

Teir fýra nýggju flogskipararnir eru Bogi av Vollanum, Heri Magnason Arge, Mortan Fjørðoy og Niels Pætur Wraae, og teir hava nú allir fingið prógv uppá at kunna flúgva Airbus 320 flogfør. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í einum so lítlum landi og krevur eisini, at førleikamenning verður raðfest, fyrireikað og arbeitt miðvíst ímóti at útbúgva føroyskar flogskiparar og røkka hesum máli.

“Atlantic Airways er føroyskt tjóðarfelag, ein loftbrúgv og ein lívlinja, og síðani 2015 hava vit í samljóði við politikk okkara um samfelagsábyrgd (CSR) havt sum mál at bjóða út type rating fyri at vera við til at styrkja og førleikamenna føroyska flogvinnu,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Type rating merkir, at tú eftir lokna flogskiparaútbúgving verður góðkend/ur til at flúgva eitt ávíst slag av flogfari og í hesum føri er ítøkiliga talan um Airbus 320 flogfør. Tað er framleiðarin av flogførum, sum ásetir type rating-venjing og -krøv, og fevna tey eitt nú um umfatandi venjing bæði í simulatori og umborð á flogførunum.

“Longu í 2016 fingu seks tey fyrstu prógv sum Airbus 320 flogskiparar eftir hesi heildarætlan hjá Atlantic Airways, og síðani tá hava 10 afturat fingið flogskiparaprógv,” sigur Jóhanna á Bergi og leggur afturat:

“Nú kunnu vit aftur hátíðarhalda, at vit hava fingið fýra nýggjar, ungar, føroyskar Airbus 320 flogskiparar afturat í vinnuna. Tað gongur væl hjá okkum, hóast vit framvegis arbeiða okkum uppaftur eftir koronufarsóttina. Ferðafólkatalið er vaksið munandi, eitt flogfar er komið afturat í flotan, og tørvur verður tí á fleiri flogskiparum í næstum.”

Eisini Ellef Ellefsen, leiðandi flogskipari hjá Atlantic Airways, fegnast um nýggju flogskipararnar, sum nú eru lagstir afturat. “Hetta er ein stórur dagur bæði fyri føroyska flogvinnu og -søgu. At tað leggjast fýra føroyskir flogskiparar afturat samstundis er gott tekin um eina vinnu í vøkstri,” sigur Ellef Ellefsen.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi