Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Stættarsamfelagið vent á høvdið

Innanlands, Mentan | 06/10-2022 11:45

Filmsfelagið vísur Triangle of Sadness, sum vann virðisløn í Cannes í ár

Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, sum í ár varð hildin í Cannes á 75. sinni. Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness.

Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí kenda verða førd inn í eina óvæntaða nøtrisøgu, har mest sum einki er, sum vit væntaðu tað. Alt er vent á høvdið.

Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska ein parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm. Altso ein greið listarlig satira. 

Í nýggja vinnarafilminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskranni, møta tey vápnaðum sjórænarum og skipið søkkur. Flótandi stættarsamfelagið verður vent á høvdið, tí bara filipinska konan, ið vaskar vesið í kjølinum, dugir at fiska og kynd eld, so tey fáa mat í munnin á oydnu griksku oynni, tey hava bjargað sær á. Altso ein greið samfelagslig satira um maktrelatiónir í nútímans samfelagnum, har vakurleiki og vælvera verða sett fremst í øllum miðlum.

Leikarar eru Zlatko Buric, Woody Harrelson, Vicki Berlin, Harris Dickinson og Charlbi Dean.

Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes, segði Gudmund Helmsdal Nielsen úr Cannes. - Eg kendi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara, ið bleiv til, so hvørt eg hugdi, frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið, slag fyri slag, inntil hann at enda rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin Gullpálmi, sigur Gudmund um gullvinnaran úr Cannes í ár.

Mikudagssýningin í Filmsfelagnum er almenn.

12/10 kl 20:00 Triangle of Sadness (Ruben Östlund Svøriki 2022 147 min)


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi