Kaos í norsku alivinnuni
Sjømat Norge og Sjømatbedriftene heita á landsins stjórn um at útseta uppboð av alirættindum, tí at ongin veit hvat vendir niður og hvat vendir upp
Í norsku alivinnuni er ruðuleikin fullkomin aftaná at norska stjórnin boðaði frá risastórum hækkingum í avgjøldum á alivinnuna.
Í Føroyum gjørdust búskaparfrøðingar og onnur við øgiliga spent tá tíðindini frættust. Okkara politikarar ætla í hesum døgum at hækka avgjøldini og til næsta val egna flokkar við hægri avgjøldum, sum teir so, umvegis landskassan ætla at bjóða veljarum fyri atkvøður.
Hægri skattir broyta fyritreytir hjá fyritøkum. Í norra so nógv, at fyritøkurnar nú lata aliloyvi innaftur. Salmar ætlar at útseta keyp av Norway Royal Salmon, sum annars er avtala og sambært greinarum, eigur sølan at verða avlýst.
Flestu alifyritøkurnar hava fráboða broytingum.
Í dag boða Sjømat Norge og Sjømatbedriftene í felags skrivi frá, at stjórnin eigur at útseta søluna av nýggjum rættindum. Hetta tí at teir meta tað óansvarligt at selja, sum støðan er í dag.
Politikararnir eru komnir við onkrum uppskoti, hvussu tað kann gerast. Teir hava eisin lækka prísin nógv. Men alifyritøkurnar meta framvegis at tað er óansvarligt at bjóða.
Trupulleikin við broytingunum er, at virðini hjá fyritøkunum blíva burtur. Bankin vil ikki lána teimum pengar. Ongir pengar til gransking og nýíløgur. Skatturin, er sambært fyritøkunum 3 ferðir so høgur, sum stjórnin hevur rokna seg fram til.
Afturstigið hjá norsku alivinnuni verður mett at verða rættuliga stórt. Nú alivinnan tilpassar seg, so verða undirveitarar sera hart raktir. Alt verður sett á stand by.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











