Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tá Runavíkar býráð setti Lista C í skammikrók

Innanlands | 10/10-2022 10:00

Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt sína niðurstøðu. Tað kann geva ábendingar um at umskipanin var ein roynd at renna undan ábyrgd

Óiva verður Runavíkar kommuna aktuel komandi tíðina. Tað er so nógv sum kemur undan kavi fyri tíðina, at tað slepst ikki undan.

Støðan, í dag, tykist ganga fleiri ár aftur í tíðina. Vit funnu eitt tíðindaskriv á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. Tað vísur, at trupulleikarnir ivaleyst eru rættuliga gamlir. Vit kunnu tó ikki spora nakað aftur til tá Magnus Rasmussen var borgarstjóri. Tí tykist tað, sum at trupulleikarnir eru byrjaðir á vaktini hjá sitandi borgarstjóra

Fyri umleið 4 árum síðan, í 2018, umskipaði býráðið í Runavíkar kommunu nevndirnar.

Grundgevingin var, at tann eini býráðslimurin, var óstýriligur. Hann segist leggja eftir umsitingini, sum tað stendur í kunningarskrivinum frá Runavíkar kommunu.

Niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni týður uppá at einsamalli býráðslimurin hevði grein í sínum máli.

Síðan er spurningurin um talan bara var um politiska ósemju ella tað bleiv gjørt ti at meirilutin ikki vildi gera tað sum Løgtingsins Umboðsmaður í dag sigur, at kommunustýri átti at gjørt.

Vit endurgeva tíðindaskrivið, sum Runavíkar kommuna legði á sína heimasíðu í november 2018

 

29. november 2018

Nýggj samgonga í Runavíkar býráð
Listi A og Listi B, ið fingu ávikavíst átta og tveir býráðslimir valdar (10 av 11), á kommunuvalinum í 2016, hava viðgjørt politisku støðuna, sum er íkomin, eftir at umboðið hjá Lista C, ið m.a. hevur sitið á formanssessinum í teknisku nevndini, tað sum farið er av hesum valskeiðnum, - hesa seinastu tíðina av órøttum er farin at leggja harðliga eftir persónum í umsitingini í lesarabrøvum í almenna rúminum. Hetta eru persónar sum meginregluliga ikki fáa vart seg, tá ið teir ikki eru partar av politisku skipanini. Aðrir tættir í atburðinum benda greitt á, at Listi C hevur valt at telva seg í ein andstøðuleiklut, og úrslitið av tingingunum hjá Lista A og B er tí, at vit ynskja at formalisera hendan andstøðuleiklutin hjá Lista C út í æsir.

Vit harmast sjálvandi um, at hetta samstundis er fyrsta ferðin, at eitt býráð í Runavíkar kommunu býtir seg upp í samgongu og andstøðu.

Tá býráðið skipaði seg fyri sløkum tveimum árum síðani, var semja um, at øll umboðini fyri Lista A (8), B (2) og C (1) gingu saman í eina og somu samgongu, har javnbjóðis rættur var til býti av nevndar- og álitissessum. Samsvarandi hesum vann eina umboðið hjá Lista C sær nevndarsess í vinnu- og havnanevndini, formanssessin í teknisku nevnd, nevndarsess í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og sess í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið (samstarv millum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu.)

Nú Runavíkar býráð er skipað av nýggjum, er greitt, at nýggja samgongan eigur allar nevndar- og álitissessir einsamøll.

Nýggja samgongan hevur í hesum viðfanginum avgjørt, at Jóhan Vest tekur sæti í vinnu- og havnanevndini, Selinda í Heiðunum í teknisku nevnd (har Kristian Gaardbo nú er valdur formaður), Kári Egholm Jacobsen tekur sæti í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og Terje Beinar Vestergaard í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið.

Við hesum fráboðað.

Listi A og Listi B í Runavíkar býráð


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi