Nýggjar bøkur frá Bókadeildini í oktober!
Bókadeildin gevur út seks bøkur. Ein av teimum fekk Bókmentavirðisløn Útnorðurráðssins í ár.
Bókadeildin gevur út seks bøkur í ársins sætta bókaumfari! Millum annað myndprýddu útgávuna av Harry
Potter og Føniksfylkingini og eina nýggja bók hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø. Tey bæði hava júst fingið
Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins 2022 fyri Abbi og eg og abbi. Nýggja bók teirra,
Strikurnar, er ein góður uppfylgjari í røðini av barnabókum, sum viðgera trupul evni.
Les meira um nakrar av bókunum niðanfyri.
Míni fyrstu orð
Í hesi bókini finnur tú alt frá kelidjórum til akfør, kropp, mat, litir og tøl. Ein góð bók við fyrstu orðunum, sum barnið lærir. Litføgru myndirnar og forvitnisligu spurningarnir fáa barnið at hugsa og undrast. Breddarnir við myndum gera tað einfalt hjá barninum at blaða og finna sínar yndissíður.
Bókin er ein pappbók, 26 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.
Eg bestemmi!
Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til
dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr!
Ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 40 bls. og til børn, sum eru uml. 2-4 ára gomul.
Strikurnar
Strikurnar er nýggj og hjartanemandi, føroysk barnabók um at missa ein abba. Myndirnar eru ótrúliga vakrar og fullar av ljósi og vón.
“Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?”
Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 34 bls. og til børn, sum eru uml. 5-7 ára gomul.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











