Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggj bók: Føroysk orðatøk

Innanlands, Mentan | 12/10-2022 20:45

Páll Isholm hevur ritstjórnað. Orðatøkini eru heilt frá 18 øld og fram til í dag

Vit kenna tey øll. Tey liva okkara millum og okkum dámar eisini væl at spæla við tey og broyta tey til nútíðina og serstøk høvi. Tey hava altíð veitt íblástur til upplýsing og undirhald, álvara og gaman. Summi yvirliva, onnur hvørva. Orðatøk eru seinasta livandi greinin innan skaldskap av mannamunni, og nú finnast tey í størstu útgávu av sínum slagi á føroyskum.

Út er nevniliga komin nýggj bók “Føroysk orðatøk”, ið Páll Isholm hevur ritstjórnað. Páll hevur í mong ár arbeitt miðvíst við at savnað og skráseta orðatøk. Tey flestu eru úr størri og smærri søvnum bæði útgivnum og óútgivnum, onnur eru úr orðabókum og uppaftur onnur eru frá munnligum keldum av ymiskum slagi.

Elsta keldan er Dictionarium Færoense eftir J. C. Svabo frá endanum av 18. øld, meðan yngsta keldan er eini facebookboð frá í summar. 

Páll hevur áður verið við til at geva út ‘Steinur brestur fyri mannatungu – ein tiltaksorðabók á føroyskum’ (2003), sum í dag er partur av orðabókaportalinum sprotin.fo og ‘Fátt er betri – 1196 føroysk orðatøk’ (2009), sum hevur verið útseld eina tíð.

Bókin ‘Føroysk orðatøk’ er ein endurskoðað, økt og snøggað útgáva av hesari. Bókin er skipað í tríggjar partar, so lætt er at finna fram til eitt hóskandi orðatak til eitt og hvørt høvi. Í fyrsta parti eru orðatøkini skipað eftir evni, og í øðrum parti eru tey skipað í bókstavaraði eftir fyrsta bókstavi. Í triðja parti eru tey orðatøkini, sum eru løgd afturat útgávuni ‘Fátt er betri’ endurgivin.


Paula S. á Torkilsheyggi hevur sniðgivið og sett bókina upp, og Estra í Syðrugøtu hevur staðið fyri prentingini. Bókin er stuðlað av Eysturkommunu, Mentanargrunni landsins og Fjølriti.


Bókin kostar 258 krónur og fæst í bókabúðunum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi