Ukraina, Russland og Føroyar
Hóast einsrættaða kunning taka bara 44% undir við boykotti, sambært spyr.fo
Í D&V í gjár var eitt rímuliga langt innslag um fiskiveiðuavtalu við Russland. Ein spyr kanning, sum vísti, at 44% ynsktu at steðga samhandli við Russland og 34% ynsktu at halda áfram og 25% vistu ikki varð eisini endurgivin. Verturin fekk tað til at her var ikki nógv at ivast í.
Kanning vísti at vit býta um við Russland, krónu fyri krónu.
Vit kunnu spyrja um 44% undirtøka fyri at steðga samhandli er nógv. Helst er tað eisini væl minni enn fyrr í ár. Tað er gongdinaðrstaðni.
Havandi í huga, at politikarar og fjølmiðlar hava lýst støðuna frá einari síðu síðan í februar ella í 8 mánar eiga vit at spyrja, um 44% er nógv.
Tað eru hópin av upplýsingum um Ukraina tøkir. Tó tykjast okkara politikarar og miðlar ikki hava áhuga í at upplýsa fólkið í her býr um tað. Øll tykjast hava gloymt søguna um Iraq, tó at statsministarin bleiv Nato ovasti. Tí áttu vit altíð at ivast og biðið um fleiri upplýsingar.
Í Týsklandi er tað betra slagið sum velir Tey Grønu. Tey verða ikki rakt av inflatión og hægri gassprísum. Tey eru fyri maximum konfrontatión, tí tað rakar ikki tey. Orsøk er at halda, at tað sama er galdandi í Føroyum.
Heldur ongin minnist, at fyri 10 árum síðan vóru Føroyar boykottaðar av ES og av Danmark. Hetta tí vit ásettu okkum egnar uppsjóvarkvotur! Tá fingu vit nýggjar marknaðir. Somuleiðis gjørdi boykott at vit fingu kr. 7 meira fyri hvørt kilo av laksi.
MSC segði tá, at Føroyar var stórsti syndarin í samband við ovurfisking.
Russland er næstan altíð í okkara parti til samráðingar. Tað viðførur, at vit fáa nógv meira burtur úr í samráðingum við onnur lond.
Roknistykki sum politikarar tosa um tykist langt frá veruleikanum.
Sjálvandi telja prinsippir eisini og ikki bara pengar. Tí er spurningurin: hví tosar ongin um friðarsamráðingar?
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur