Emma Thompson saknar eymleika
Filmsfelagið vísur filmin Good Luck to you Leo Grande, sum vísur, at eldri kvinnur eisini hava hug
Í nýggja bretska filminum “Good Luck to You, Leo Grande” er Nancy Stokes (Emma Thompson) ikki bara eftirløntur lærari, men eisini einkja, ið leingist eftir einum góðum sexlívi.
Maðurin, Robert, sum nú er deyður, syrgdi fyri øllum heima, men eitt virkið sexlív var ikki á tjekklistanum.
Nú hann er farin, hevur Nancy sett sær fyri, at kontakta ein mann, Leo Grande (Daryl McCormack), ið bjóðar sex fyri gjald.
Hon avtalar at møta Leo á einum hotelli, sum er passandi langt burturi, so eingin kennir hana. Hann sær eins gott út og á lýsingamyndini, og Nancy er bilsin av, at hann ikki bara moggar henni, men eisini dugir at tosa.
Eftir væleydnaðu seksuellu royndirnar í hotellsongini, er Nancy fegin og sær ljósari uppá gerandisdagin. Tey møtast tríggjar ferðir, samspælið teirra millum broytist, og tær maskur tey hava fjalt seg aftanfyri, falla.
Leikstjóri er Sophie Hyde, sum er fødd í Adelaide í Avstralia í 1977. Hesin filmur er upptikin í Norwich í Norfolk í Bretlandi. Sophie Hyde hevur vunnið fleiri virðislønir fyri filmar, hon fyrr hevur gjørt.
Ummælarar eru samdir um, at hetta er filmurin við bestu og djarvastu leikaraavrikum á stóra løriftinum í ár. Ofta hevur verið sagt, at Emma Thompson aldri hevur verið betri. Sama er við hesum filmi. Hon er betri enn nakrantíð.
Filmsfelagið vísir “Good Luck to You, Leo Grande” mikukvøldið kl 20:00. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað.
26/10 kl 20:00 Good Luck to You, Leo Grande (Sophie Hyde UK 2022 97 min)
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











