Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tađ gongur væl í Vági

Innanlands | 22/10-2022 06:00

Levi Mørk greiður frá

Nógv verður gjørt í Vági, innan øll økir og framvegis, verđur nógv gjørt fyri at fólk skulu koma til Vágs og nýta teir hentleikar og tey mongu tiltøkini sum her eru.

Lat meg eisini sláđa fast, at nógv er komið av skafti í Vági hesu seinastu mongu árini, eingin ivi um tað. Tann parturin heldur sjálvandi fram, viđ núverandi býráđi. Tađ er bara ikki hvør urtapottur, sum verđur gróđursettur, sum verđur reypađur um í miđlunum, sum áđur. 


Okur hava í hesum valskeiđinum, valt at seta tey fólkini sum búgva í Vági meira í hásæti, men hettar samansjóđa viđ, at fáa fólk at koma til bygdina. Eitt av málinum sum fylti nakað á býráðsvalinum seinast var.
”At seta meira fokus á fólk sum búgva í Vági frammanundan, uttan at gloyma alt annađ”

Eg skrivaði sjálvur nakađ soleiðis í grein til býráðsvalið seinast.
“ Okur kunnu staðfesta, at politiskar raðfestingar seinastu árini, hava ført við sær, at okur sum her koma frá, vera nú meira gloymd og eg haldi at okur sum her búgva, skulu vera meira í fokus. Somuleiðis krevjast nógvar ábøtur sum mugu gerast í Vági, tá talan er um bygningar, viđlíkahald og vegir ”

Hettar var eisini ein leistur, sum nú virkandi samgonga í Vágs býrað sætti sær fyri og legði út í politiska korti fyri skjótt 2 árum síðani.

M.a er meira fokus komiđ á Vágsbygd og vágbingar.

Jú, ætlanin er hildin. Vágsbygd er blivin meira samantvinna, við tað at fokusið er hjá okkum øllum í bygdini.

Eisini hjá teimun, sum koma ein túr suður, at nýta okkara bygd og tað sum hon hevur at bjóða. Og her er nógv at koma til. Lat meg hervið staðfesta at niðanfyristandandi er framt í verki av núverandi Býráđi, og annađ er sjálvandi
ávegis.


Keypt gamla barnagarđin

Inna barna og ungdómsøki hava okur m.a keypt gamla barnagarðin, sum liggur viđ sínurnarav verandi Eikilund og har eru longu nú gjørdar tvær barnagarđsstovur. Nú er enn betri møguleiki, at byggja báðar barnagarđarnar saman í framtíðini.

Eisini hava okur gjørt ábøtur á ungdómshúsið UDB, sum var keypt í seinastu býráđssetu, alt fyri at gera umstøðurnar hjá okkara barnafamiljum og børnum enn betri.

Skúlaøki

Okur hava framhaldandi stuðla og gjørt ábøtur í Vágs skúla og ferðslutrygdari veg og parkerikspláss eru gjørd økir viđ Vágs skúla. Ein ætlan sum nú er sett hol, eftir 30 ára biðitíð. Hinvegin hevur Vágs skúli brúk fyri størri plássiđ, tí har er so nógv økt virksemi, seinastu árini. Ætlanir eru á veg, fyri at bøta um hølistrupulleikarnar.

Okur hava innan mentanina eisini nøkur savn í Vági, har m.a ábøtur krevjast. Her hugsiđ m.a verđur um Ruth Smith savnið. Har eru onkrar ábøtur gjørdar í summar. Men har skal meira til. 

Stuđilsjáttanir

Vágs kommuna hevur 2 stuđilskonti ein innan mentan og hin er til ítróttin. M.a stuðilin til Johannu hækkaður nakað í ár. Tađ er eisini ein sjálvfylgja, tađ er jú okkara mentarnarligi stoltleiki. Okur hava eisini stuđla eitt hav listafólkum, tó mest til teirra sum koma úr Vági.

FabLab verður sjálvsagt eisini stuðla.

Sosialt

Somuleiðis hava okur stuđla onkrum lokalum felagsskapi sum gera eitt framúr fyribyrgjandi arbeiđi, soleiđis at fólk ikki detta meira niðurímillum. 

Ítrótturin hevur allur sum ein fingið hækkandi stuðil og eisini er stuðil latin til Disk Golf, sum er ein nýggj ítróttargrein í Vági. Okur kunnu eisini fegnast um at hin 5 nov 2021, bleiv nýtt Bogaskjótifelagiđ Team Suđur Skot stovna í Vági. Tey halda nú til í Marghøllini.

Hallarøkini kosta okkum borgarum sera nógv, men har verður stuðla bæði innan rakstur og við at gera ábøtur. Okur hava somuleiðis gjørt nýtt gólv í ítróttarhøllini og ljósrørini í høllini eru skift. Páls høll fekk nýggjan stórskýggja í fjør, sum kann brúkast tá ið kappingar eru og til lýsingar. Eisini hava vágbingar fingiđ egiđ Fitness felag, sum nevnist Styrki Fitness, sum letur upp í Páls høll 12 nov.

Grøn loysn til Páls høll

Tađ eru avbjóðingar har grøn orka nú hevur tikið yvir á Sev verkinum í Vági, so okur ikki kunnu hava Páls høll opið í løtuni. Tí eingin avlopshiti er. Tađ er tørført at finna eina varandi grøna loysn, tí m.a eftirspurningurin eftir hitapumpum er stórur og harviđ er long veitingartíð.

Men vágbingar og onnur kunnu brúka Páls høll aftur longu í komandi viku. Okur hava fyribils fingiđ okkum eina oljufýrskipan sum kann hita Páls høll. Vantandi er nýggj grøn loysn klar í 2023. Lyfta til rørđslutarnađ í Marghøllini
Í Marghøllini eru ymiskar loysnir gjørdar, Nú ber til at skilja høllina sundur, so fleiri kunnu venja ísenn. Ein nýggj hoppiborg er keypt. Somuleiðis er ein lyfta til fólk við rørðslutarnið sett upp. VB húsiđ stendur eisini fyri tørniđ, har er nakrar ábøtur gjørdar, men har er nógv eftir at fara um.

Reingerđarhjálp til eldri og lokalir til Pensionistafelagiđ

Innan eldraøki, hava okur gjørt eina skipan, har eldri fáa reingerðarhjálp. Okur hava eisini stuðla undir at Pensionistafelagið í Vági, kann halda til í Miðlatúni. Umframt tað er Fjarlestradepilin tøkur til ymisk eldravirksemi o.a. Somuleiðis stuðla okur undir betran av Eldrasambýlinum í Vági. Eldratiltøk eru eisini ein fastur tátttur í Vági.

Á tekniska økinum

Vágs kommuna hevur gjørt stórar ábøtur á vegakerviđ í Vági hesu seinastu árini har eitt nú høvðusvegurin er asfalsterađur og onnur vegastrekkir eru nú liđug asfaltsterađi til stóra gleđi fyri borgaran. Eisini er ein liðugtgerð av einum vegastrekki gjørd fyri nógvar pengar. Okur hava opnað Toftavegur aftur partvís, men her skulu meira ferðslu tillagaðingar gerast framyvir. Eitt nú við, tá ið skúlin er stongdur, ber til at parkera við skúlan. Tí har eru ov fá  parkerkisøkir, hóast eitt parkerikspláss er gjørt omanfyri kommuskrivstovuna.

Nýggjir lyktapelar eru nú gjørdir um alla bygdina. Nýggj støđa verður tikin til í næstum hvar markiđ er millum privat og almenna gongu, har eitt nú lyktapelar eisini mugu setast upp.

Á vinnu og havnaøkinum

Nógv er gjørt fyri at betra um ymiskar dráttir á kaiøkinum. Somuleiðis vera gjørdar ábøtur í bátahylinum. Íbúðir og mentarnarøki á Løðhamri. Eitt stort projekti í løtuni hjá núvernandi samgongu er gamla fiskasplássið á Løðhamri. Har longu nú er broytingar gjørdar við at fáa fiskaplássið framaftur og har økið er reinska og benkrir eru settir. Hettar arbeiði er stigvist og eitt útbjóðingartilfar er sent út uppá íbúðir á økinum, har Fiskaplássið á Løðhamri skal samansjóðast við tað nýggja.

Ja, ein nýggj miðbýarætlan fyri Vág er í gerð.

Miðlatún samskipar eitt hav av tiltøkum árligani. Tey hava samskipa 40 tiltøk av ymiskum slagiđ í 2021. Eitt av teimun nýggjastu tiltøkunum er Virkin Vágur og Ljósfestin. Sum hava fingið framúr móttøku hesu 2 árini. Eisini er ein Event samskipari akkurát settur í starv í Miðlatúni. 

Ljósfestin er ein mentanardagur í Vági, har ymisk skapandi virksemi fer fram uttandurđa. M.a har barnatiltak, sølutorg og tónleikanøvn framføra á stórun palli í miđbýđnum.

Serstøk heiđran til Vágbingar

Á Ljósfestini er ein táttur, har heiđranin av vágbingum, sum hava gjørt nakađ serligt íkast fyri bygdina verđur stađfest og heiđra. Í fjør fingu Niels Petur Nolsøe, Robert Mc Birnie og Poul Andreasen hendan heiđur.
Í ár fingu Jónhild Kjærbo og Ingeborg Vinter henda heiđurin. Næsta Ljósfestin verđur leygardagin hin 12 august 2023.

Tađ gongur væl í Vági

Tað gongur væl í Vági. Okur koma møguliga uppá eina meir inntøku uppá næstan 5 milliónir við ársenda 2022, verđur mett. Okur eru gott og væl niðanfyri 1 millión í einari álíkning. Nýggjar og spennandi ætlanir vera rađfestar fyri 2023.

Levi Mørk, býráđslimur


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi