Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

FarGen er í gongd aftur

Innanlands | 21/10-2022 15:30

FarGen 2 víðkar verandi verkætlan við at bjóða 3.500 luttakarum afturat við. Higartil eru um 460 fólk komin við

Nú ber aftur til at gerast partur av FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum, sum mennir ein pall fyri ílegugransking í Føroyum. FarGen 2 víðkar verandi verkætlan við at bjóða 3.500 luttakarum afturat við umframt at savna inn fleiri dátur, og higartil eru um 460 fólk komin við.

Málið við FarGen er framvegis at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna persónlagað medisin í Føroyum. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá tí einstaka, umhvørvi og lívsstíl, og letur upp fyri at málrætta viðgerðina til einstaka sjúklingin.

FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál:

At kanna fýra ymsar sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur (spondylartropati).

At halda fram at menna eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.

At kanna, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku búfjøldini.

FarGen 2 er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio. Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, fegnast um samstarvið: “Okkara  samstarvsfelagar hava stóra vitan og hollar royndir innan ílegugransking og búfjøldarílegufrøði (populatiónsgenetikk), sum gagna endamálinum við FarGen. Harumframt veita tey fígging, sum ger tað møguligt at útbyggja okkara dátugrundarlag munandi og harvið at flyta FarGen eitt stórt stig fram á leiðini móti persónlagaðum medisini”.

Variant Bio hevur serligan áhuga fyri gransking í búfjøldum við serstøkum heilsueyðkennum og einum ílegufrøðiligum bygnaði, sum letur upp fyri ávísum granskingarmøguleikum.

Kaja Wasik, granskingarleiðari hjá Variant Bio, sigur: “Søgan hjá føroyska fólkinum við landafrøðiligari avbyrging og avmarkaðari tilflyting í øldir ger, at føroyingar hóska sera væl til tað slagið av gransking, vit fáast við. Hesi viðurskifti gera, at føroyingar hava rættiliga eins ílegubakgrund, og vit síggja lutfalsliga høgan títtleika av ávísum sjúkum, meðan aðrar sjúkur als ikki finnast her, og tað økir m.a. hagfrøðisligu styrkina í granskingini”.

Fyrstu luttakararnir gjørdust partur av FarGen í sept. 2016, og málið við fyrsta stigi varð rokkið við 1.500 luttakarum í 2018. Við FarGen 2 er ætlanin sostatt at røkka tilsamans 5.000 luttakarum. FarGen hevur høli í Havn og í Klaksvík, har luttakarar kunnu møta til kanningar, men vitjað verður eisini kring landið, og í komandi viku verða kanningar gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Meira kunning fæst á www.fargen.fo


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi