Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

KĺF og PP Faroe Pelagic leingja sáttmála um samstarv

Innanlands | 26/10-2022 16:00

Kollafjarðar ĺtróttafelag fegnast um sín endurnýggjaða sáttmála við høvuðsstuðulin PP Faroe Pelagic, sum síðan 2011 hevur gingið á odda í at stuðla ítróttarfelagnum fíggjarliga

Uppsjóvarvirkið í Kollafirði, PP Faroe Pelagic, hevur endurnýggjað sín stuðulssáttmála við KĺF og heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ítróttarfelagnum teir komandi 12-mánaðirnar.

Kollafjarðar ĺtróttafelag fegnast um sín endurnýggjaða sáttmála við høvuðsstuðulin PP Faroe Pelagic, sum síðan 2011 hevur gingið á odda í at stuðla ítróttarfelagnum fíggjarliga. Saman við øðrum lokalum kreftum, umframt fyritøkum við  æti aðrastaðni enn í Kollafirði, hevur fremst av øllum PP Faroe Pelagic víst ítróttafelagnum stórt álit, staðfestir Anja Weyhe, forkvinna í KĺF.

“Sum høvuðsstuðul síðan virkið kom í gongd í Kollafirði hevur PP Faroe Pelagic gjørt eitt megnar arbeiði fyri ta lokalu ítróttina her og alt tað sum hoyrir til,” segði Anja Weyhe aftan á ein fund seint í september við leiðsluna á  uppsjóvarvirkinum.

Góðan felagsskap

Partarnir eru samdir um at hugsa langskygt og miðvíst í mun til menningina av ítrótt í Kollafirði, bæði í kappingarligum og samfelagsligum høpi, undirstrikar Ton Frissen, stjóri á PP Faroe Pelagic. “Nú eru tíðirnar sum tær eru og útlitini sum heild alt annað enn ljósareyð, men tess meira neyðugt er tað at vera framsíggin,” viðmerkti stjórin. “Tí ræður um at taka avgerðir við umhugsni og ábyrgd. 

Tað var skynsamt av KĺF fyri umleið tveimum árum síðan at seta ungdómsvenjara í starv, og hetta er so við og við eisini farið at síggjast aftur. Men tað er bert ein byrjan; hetta er eitt arbeiði sum krevur miðvíst framhald og áhaldandi menning. Vónandi fer tað sum frá líður at geva verulig úrslit  kappingarliga, og vónandi kann tað eisini geva eitt íkast fyri lokalsamfelagið, eitt nú við at tey ungu fáa høvi til at styrkja sínar persónligu og sosialu førleikar og harvið gerast betur fyrireikað til framtíðina og yrkislívið.”


“Á PP Faroe Pelagic fegnast vit sjálvandi um heiðurin at sleppa at taka lut í hesum týdningarmikla arbeiði at stuðla ítróttini á staðnum,” segði Ton Frissen víðari. “Vit hava eisini saman við øðrum virkjum ein góðan felagsskap í hesum viðfangi. Og tað ger einki um fleiri koma afturat.” 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi