Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

Innanlands, Vinnulív | 03/11-2022 10:03

Tíðarskeiðið var m.a. merkt av rentuhækkingum, og kundarnir kunnu nú aftur spara saman við positivari rentu.

Í dag verður roknskapurin hjá BankNordik fyri 3. ársfjórðing kunngjørdur.

“Føroyskt vinnulív og privatu húsarhaldini eru sum heild væl fyri og megna í stóran mun at standa ímóti teimum avbjóðingum, ið vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. Arbeiðsloysið er lágt, og tí síggja vit framvegis ikki stórvegis tap, men tann støðan kann broytast, um arbeiðsloysið hækkar,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varðveitir bankin avsetingina, ið áður er sett av til tap, ið kunnu fara at vísa seg.

Kunnu aftur spara saman við positivari rentu
Fleiri rentuhækkingar hava verið seinastu mánaðirnar, og væntandi eru hækkingar eisini fyri framman. Tað er harvið vorðið dýrari at læna pening, men samstundis er negativa rentan strikað og rentan á ávísum kontum aftur blivin positiv. Seinasta árið eru innlánini hjá kundunum økt við 10%, og tað ber nú aftur til at fáa peningin til pensjónina, børnini, bústaðin o.a. at vaksa við at seta hann á samansparingarkontu í bankanum.

Fleiri taka lán til orkusparandi ábøtur
Kundarnir gera framvegis íløgur í bústaðin, og seinasta árið eru realkredittlánini økt við 9%. Bankin bjóðar ymisk grøn lán við serliga lagaligari rentu til tess at stuðla undir grøna orkuskiftið, og sum heild er ein lutfalsliga stórur vøkstur í hesum lánum. Seinasta árið eru lánini til orkusparandi ábøtur, t.d. umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, økt við 33%. Harfumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum sama tíðarskeið í fjør, hóast føroyingar hava keypt færri bilar í ár.

Gongdin á fíggjarmarknaðunum í 3. ársfjórðingi hevði við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið. Leiðslan er tó væl nøgd við góðu gongdina, ið sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.

Roknskapurin í stuttum
Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 mió. kr. samanborið við 194 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 mió. kr. samanborið við 125 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021
Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 mió. kr. samanborið við 36 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021


Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8 mia. kr.

Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 mia. kr.

Innlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. sama tíðarskeið í 2021 til 8,2 mia. kr.

Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 mió. kr.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi