Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góður vøkstur og størri laksur førdu til gott úrslit

Vinnulív | 09/11-2022 06:23

Úrslitið hjá Bakkafrost í triðja ársfjórðingi 2022 var 325 milliónir krónur

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2022 var 325 milliónir krónur og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið 234 milliónir krónur.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur og í Skotlandi eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 276 tús krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og alifóðri var 120 milliónir krónur.
 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska partinum av samtakinum, meðan tað í Skotlandi  enn er nógv ið skal  betrast. Vit frøast um góðu lívfrøðiliga gongdina í alingini í Føroyum. Góður vøkstur, met lág lúsatøl, saman við góðari miðalvekt á fiskinum, hava ført til støðug góð úrslit. Áhaldandi betringar at ala stór smolt, hava ført við sær, at laksurin er vorðin meira mótstøðuførur og fellið er minkað.

Lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi hevur havt nógvar avbjóðingar í hesum ársfjórðinginum við algum, hvalspýggjum og øðrum táknuabjóðingum. Vit vænta, at lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotland fara at minka, tá vit fáa størri smolt við betri góðsku. Í øðrum ársfjórðingi 2023 røkka vit eitt týdningarmikið markamót, tá ið vit fyri fyrstu ferð væntandi seta stór smolt út frá smoltstøðini í Applecross. Feskvatnsviðgerð er av serliga stórum týdningi í Skotlandi, fyri at verja fiskin móti táknuavbjóðingum. Okkara nýggi brunnbátur í Skotlandi varð  tikin í nýtslu síðst í september – einar 4 mánaðir seinni enn ætlað. Hetta sera framkomna tænastuskipið kann viðgera við feskvatni móti táknu trupulleikum og laksalús undir somu viðgerð. Úrslitini higartil  sera lovandi.

Altjóða laksamarknaðarviðurskiftini broyttust munandi í ársfjórðinginum. Fyrst í ársfjórðinginum var útboðið av laksi lágt og prísirnir lóguum 100 NOK /kg. Hetta broyttist í seinnu helvt av ársfjórðinginum, tá útboðið vaks munandi og prísirnir lækkaðu niður í nakrar og fimti NOK/kg. Hóast matvøruprísirnir sum heild eru farnir nógv upp, er eftirspurningurin eftir laksi stórur. Hetta sæst millum annað aftur í sáttmálaprísunum fyri komandi ár. Sum heild verður lítil ella eingin vøkstur í útboðnum av laksi í 2023.“

Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 24.950 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 16.850 tons tikin í Føroyum vð eini miðalvekt á 5,1 kg, í mun til 14.937 tons við eini miðalvekt á 4,6 kg sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.914 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 66.129 tons í kruvdari vekt, í mun til 71.075 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Harav vórðu 47.410 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum, í mun til 46.523 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 18.819 tons vórðu tikin í Skotlandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 24.550 tons sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans vórðu 6,6 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi. 4,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi, í mun til 3,8 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi, í mun til 3,3 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 17,0 milliónir smolt sett út fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 16,3 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 9,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 7,5 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til 146 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, samanborið við 146 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarhall á 81 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 0,3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarúrslit á 11 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi í ár var 120 milliónir krónur, samanborið við 111 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.427 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi í ár, í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok í fjør. Bakkafrost hevði 2.762 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi í ár, og solvensurin var 64%.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi