Veljarakanningar og álit
Í gjár kunngjørdi KVF veljarakanning. Úrslitið bleiv til 18 minuttir í Dagur&Vika
Tað er ikki fyrstu ferð, at veljarakanning verður gjørd, tá rumbul er í politiskum flokkum. Felags fyri rumbul innanflokka er, at veljarakanningar vísa sera stóra afturgongd. Miðlar velja at umrøða hesar veljarakanningar, sum um tað er ein vanlig miðal kanning. Helst tí at journalistar eru so mikið litaðir, at skaðafrøði og rumbul eru ein góð søga fyri summi.
Politikarar hava so ofta sagt, at teir trúgva veljarakanningum, tá tær eru góðar og ikki tá tær ikki eru so góðar. Tí ber ikki til at tosa við teir. Í staðin skulu frøðingar umrøða úrslit av einari kanning, við fyrivarni at kanningin er álítandi.
Hvussu ger ein eitt gott journalistist arbeiði í berari skaðafrøði?
Annars var mest óvæntaða úrslitið av fólkatingsvalinum at Høgni Hoydal fekk nógv færri atkvøður enn vanligt og enntá næstflest á listanum hjá Tjóðveldi. Tað bleiv gloymt. Sambandsflokkurin fekk gott fólkatingsval og í mun til tað vánaliga veljarakanning.
Úrslit við minsta brøki eru svikalig. Fær A 75 atkvøður frá C, so missur C ein og A fær ein. Tað kann skjótt verða munurin millum at sleppa undan Miðflokkinum ella ikki. Og flyta vit nakrar fáar aðrar, so eru tað aftur ein tingmaður sum flytir flokk.
Fólkaflokkurin fekk nógv færri atkvøður. Men tað eru fleiri orsøkir til tað. Seinast róku Aksel, Poul og Høgni á leið 2.000 atkvøður til fólkaflokkin. Rumbul í flokkinum og vánalig útlit gera at nógv fólkafloksfólk sita heima, sum tey ofta gera. Annika Olsen var høvuðstíðindir sum negativ reklama fyri Fólkaflokkin, meginpartin av valstríðnum. Umboð floksins vóru í verjustøðu hvørja ferð tey vóru í valsendingum. Alt hetta er ríkiligt til eina minking sum var frá 2019 til 2022.
Og aftaná, tá fólk blivu bangin og fóru at rokast uppaftur meira, so tímur veljarin als ikki. Tí er løtumyndin ivaleyst á einari leið, havandi í huga at úrsltið hjá spyr.fo ofta sær út sum ein løtumynd í Havn. Spyr.fo sigur tó, at teir gera kanningar eins og onnur.
Eftir stendur, veljarakanning sum gevur C, F & M gott úrslit meðan A fær vánaligt úrslit og B&E á leið tað teir ofta fáa. Og so bíða vit til næstu kanning, sum væntandi er eitt sindur øðrvísi og so aftur at tulka út frá tí at um veljarakanningin er rættvísandi....
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur