Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

NSÍ snávaði á Skála

Innanlands, Ítrottur | 23/06-2017 21:35
Skála vann á favorittunum úr Runavík | Mynd: Skála ÍF á Facebook

Skála vann grannauppgerðina móti NSÍ, sum harvið misti í oddastríðnum, tí Víkingur og KÍ vunnu stórsigrar móti 07 Vestur og ÍF.

Mamuka Toronjadze og Pætur Dam Jacobsen skutu málini, tá Skála vann tepran sigur í grannauppgerðini í kvøld. Harvið misti NSÍ týdningarmikil stig í oddastríðnum, eftir at hini bæði oddaliðini, Víkingur og KÍ, fingu trý stig í part.

Mamuka Toronjadze legði Skála á odda tíggju minuttir undan steðginum, og bert fýra minuttir seinni økti Pætur Dam Jacobsen um leiðsluna hjá heimaliðnum. NSÍ gjørdi alt fyri at koma inn aftur í dystin í seinna hálvleiki, og teir minkaðu eisini um munin, tá Pól Jóhannus Justinussen skoraði eftir deyðbólt.

Tá var kortini bara ein lítil løta eftir at spæla, og hóast Hákun Edmundsson var vístur av vølli, megnaði Skála at halda fast.

Víkingur var í stórum trupulleikum á útivølli móti 07 Vestur, sum eitt skifti í fyrra hálvleiki var á odda við tveimum málum, sum Gunleif Magnusarson og Holgar Durhuus gjørdu. Sjey minuttir fyri steðgin minkaði Sølvi Vatnhamar um munin fyri Víking, og lítla løtu seinni fekk Asbjørn Heðinsson hjá heimaliðnum sítt seinna gula kort, og mátti undir brús í ótíð.

Víkingur gjørdi sær av álvara dælt av yvirtalinum í seinna hálvleiki, og við málum frá Gunnari Vatnhamar, Adeshina Lawal og Sølva Vatnhamar fingu Føroyameistararnir til endans ein tryggan 4-2 sigur.

KÍ gjørdi eisini sína skyldu á útivølli í Fuglafirði móti botnliðnum, ÍF. Hóast nógv stig eru millum liðini, sást hetta ikki so væl í fyrra hálvleiki, sum endaði 1-1. Klaksvíkingar løgdu seg á odda longu eftir átta minuttum við sjálvmáli, men Dánjal á Lakjuni javnaði við beinleiðis frísparki miskeiðis í fyrra hálvleiki.

Í øðrum hálvleiki kom munurin á liðunum kortini til sjóndar, og eftir at Ahmed Mujdragic legði KÍ á odda 2-1 stutt eftir steðgin tøktist sigurin tryggur, og Albert Adu skúgvaði eisini allan iva til viks, tá hann við tveimum málum staðfesti 4-1 sigurin.

B36 fekk trý kærkomin stig afturat eftir 5-1 stórsigurin á KÍ síðsta umfar. Hesa ferð stóð EB/Streymur fyri skotum, og hóast bert eitt mál var á muni, er Jákup á Borg, venjari hjá B36, óivað ovurfegin um at fáa fulla úrtøku á trupla útivøllinum við Margáir. Erlendur Magnusson legði havnaliðið framum miskeiðis í fyrra hálvleiki, men Brian Olsen javnaði eitt korter eftir steðgin.

B36 legði trýst á eftir hetta, og tað gav úrslit, tá Gestur Bogason Dam tryggjaði árstalsfelagnum sigurin 12 minuttir fyri leiklok.

Við Stórá samdust TB/FCS/Royn og HB um málleysan javnleik. Fyrri hálvleikur var tamur við fáum málkjansum. Eftir steðgin kom meira lív í, og bæði liðini kundu farið avstað við sigrinum. Tað eydnaðist kortini hvørgum at skora, og jóansøkudysturin endaði 0-0.

14. Umfar í Effodeildini

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)
0-1: Erlendur Magnusson, 25.
1-1: Brian Olsen, 60.
1-2: Gestur Bogason Dam, 78.

07 Vestur-Víkingur 2-4 (2-1)
1-0: Gunleif Magnusarson, 21.
2-0: Holgar Durhuus, 32.
2-1: Sølvi Vatnhamar, 38.
2-2: Gunnar Vatnhamar, 56.
2-3: Adeshina Lawal, 60.
2-4: Sølvi Vatnhamar, 64.

ÍF-KÍ 1-4 (1-1)
0-1: sjálvmál, 8.
1-1: Dánjal á Lakjuni, 27.
1-2: Ahmed Mujdragic, 50.
1-3: Albert Adu, 72
1-4: Albert Adu, 83

Skála-NSÍ 2-1 (2-0)
1-0: Mamuka Toronjadze, 35.
2-0: Pætur Dam Jacobsen, 39.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen, 85.

TB/FCS/Royn-HB 0-0


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi