Andakt
Páll Poulsen skrivar
Samkoma Ísraelsmanna skal lata hann (Áron høvuðsprest) fáa tveir bukkar til syndoffur og veðr til brennioffur. 3.Mós.16.5
Á hátíðini tí Stóra Bótardegnum, skuldi Áron ofra tveir geitabukkar sum eitt syndoffur fyri fólkið. Annar bukkurin varð dripin, og blóðið slett á náðistólin, 3.Mós.16.15, sum peikar á offur Kristusar, og at úthelta blóð Hansara varð borið til himmals sum prógv fyri, at Hann var deyður í okkara stað, Hebr.9.12. Hin bukkurin varð sleptur leysur út í oyðimørkina, eftir at Áron hevði játtað syndir fólksins yvir høvd hansara, 3.Mós.16.21-22, sum peikar á Kristus, sum varð gjørdur til synd fyri okkum, so vit kundu gerast frí, 2.Kor.5.21. Gud fyrigevur syndir okkara og minnist tær ikki longur, Hebr.10.17.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Á, Jesus, nógv meir undurfull
...
5. Á hvørjum ári presturin
við djórablóði gekk
í halgidómin høga inn –
og onga frelsu fekk.
6. Men, Kristus, tú títt egna blóð
í halgidómin bar,
og henda offurgáva góð
ein ævig reinsan varð!
7. Tú livir altíð, og tú ert
vár prestur enn í dag
og forbøn fyri okkum gert –
við tøkk vit minnast tað.
*Ókent sálmaskald.
{Lag: William H. Havergal (Ongl.), 1793–1870}.
(V. Danielsen týddi úr norskum).
Nr 613 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











