JT electric fyllir 50 ár
JT Eletric byrjaði í Fuglafirði og í dag hevur felagið deildir í Skotlandi, Danmark og Polen.
Í ár eru 50 ár, síðan føroyska fyritøkan JT electric byrjaði sítt virksemi í Fuglafirði.
Tað var Jóhannes Thomsen, ið stovnaði felagið JT electric í 1972. Talan var um eina staðbundna fyritøku, ið gjørdi el-installatiónir og seldi el-lutir.
Nógv vatn er runnið í ánni síðan JT byrjaði. Í dag er felagið eitt altjóða felag við deildum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Pólandi. Av einum samlaðum starvsfólkahópi á 70 fólk starvast helmingurin í Føroyum.
Alivinnan er vaksin nógv seinastu árini, og hevur JT electric lagt seg eftir at vera ein leiðandi veitari av burðardyggum vørum til alivinnuna. Talan er í stóran mun um føroyskt mentar vørur og skipanir til altjóða alifyritøkur, so sum fóðurskipanir, fóðurflakar, kamera, kamera skipanir, káplar, undirvatnsljós, oxygen skipanir og reingerðar skipanir.
Felagið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til 50 ára hátíðarhald á Kambsdali hósdagin 24. Nov. kl 14-17
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











