Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

IKKI EINANS FYRI TEY RÍKI

Politikkur | 23/11-2022 11:45

Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið

Vit skulu hava ein almennan bústaðarpolitikk. Tað hava vit ikki sum nú er, og er tað ikki løgið? Serliga tá samfelagið stendur við tí risastóru avbjóðing, at fólk hava ilt við at finna eitt stað at búgva?

Í Føroyum skulu allir føroyingar sleppa at búgva, um teir hava hug til tað. Soleiðis er tað langt frá í løtuni. Tá ikki eingongd miðallønt kunnu taka eitt húsalán, og grannvaksin fólk mugu búgva heima hjá foreldrum til tey eru upp í móti teimum 40 - ja, so er okkurt galið.

Vit mugu í felag, kommunur og land, blíva samd um, hvat vit vilja við okkara bústaðarmarknaði. Vilja vit, at tað er kappingarmarknaðurin, sum skal seta dagsskránna? Tí um so er, kunnu einans tey ríki og væl bjargaðu búgva her á landi.

Í løtuni síggja vit, at ung fólk, barnafamiljur og láglønt, berjast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Sjálv standi eg í tí støðu, at leigumálið hjá okkum er uppsagt, og vit skulu finna nýggjan bústað. Vit hava ein sera góð útleigari, sum fylgir teimum reglum og lóggávum, sum eru á økinum; av tí sama hava vit fimm mánaðir at finna eitt annað stað at búgva.

Vit hava hugt eftir íbúðum, men av tí at vit hava trý børn, mugu vit hava eitt stað við trimum kømurum. Tað kostar. Tað kostar nógv. Alt millum 12.000 og heilt upp í 20.000 krónur í leigu. Tað er faktiskt tað, eitt húsalán kann kosta - men eitt lán er ringt at fáa, um ikki tú hevur eina stóra eginfígging, hevur møguleikan at spara saman, selur aðra ogn, ella hevur eina familju, sum kann hjálpa tær fíggjarliga.

Er tað rætt? Tað haldi eg ikki. Tí so merkir tað í roynd og veru, at ein sum eg, sum eingi foreldur hevur, og skal gjalda eina stóra leigu, ongan kjans hevur, HÓAST vit eru tvey vaksin í húsarhaldinum, sum bæði tvey eru miðallønt. Tá tað er soleiðis fyri okkum, so hugsi eg um øll tey, ið hava lægri inntøkur, stakar uppihaldarar, fyritíðarpensjonistar, pensjonistar og lesandi.

Tað nyttar lítið at dúva á, at privati marknaðurin skal loysa hetta fyri okkum, tí tað er við einum fyri eygað - vinningi. Tískil er neyðugt:

- at kommunurnar fáa heimild at stovna íbúðarfeløg saman við Bústøðum, sum kunnu upptaka lán.

- at kanna, hvussu ein húsalánsgrunnur kann stovnast og rekast.

- at sølumarknaðurin gerst rættvísur, og uppboðssøla av ognum skal steðgast alt fyri eitt.

- at fólk við lágari inntøku kunnu fáa bústaðarstuðul, tá tey búgva til leigu í almennumgagnligum leigubústøðum.

- at útlendingar og fyritøkur, sum ikki hava tilknýti til Føroyar, ikki sleppa at keypa fastogn upp í Føroyum.

Føroyar skulu vera fyri øll - ikki einans tey ríki.

Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi