PRÍSMINKING Á GERANDISVØRUM
Ólavur Larsen valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar
Prísurin á gerandisvørum er farin upp í loft uppá onga tíð, meðan lønarútgjaldið ikki fylgir við.
Hetta ger tað sera trupult hjá nógvum barnafamiljum, einligum forsyrgjarum og hjá lág- og miðalløntum, at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga. Ein góður og simpul máti at lætta um hjá hesum er at avtaka og lækka MVG’ið á nøkrum útvaldum gerandisvørum.
Føroysk framleiðsla fyrst
Tað fyrsta, sum skal gerast er at avtaka MVG’ið á føroyskari mjólk, smøri og møguliga jogurti. Eisini skal MVG’ið takast av grønmeti, frukt, breyði og møguliga blæum. Um tað ikki er ov torført at gera mun á føroyskt framleiddum vørum og innfluttum vørum, so skulu føroysku vørurnar hava eina størri MVG lækking, tó loyvi eg mær at ivast í um hetta letur seg gera í praksis.
Eg haldi tað er umráðandi, at vit fyrst og fremst leggja lunnar undir og stuðla føroysku framleiðsluna, og harvið innflyta minni og framleiða meir her á landi. Vit skulu eisini hyggja eftir, hvussu vit kunnu bøta um korini hjá bóndunum og hjá øðrum rávøruframleiðarum, so tað verður enn meira framleitt í Føroyum og minni innflutt. Tað er ein vinn – vinn støða!
Ólavur Larsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur