Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað má ikki henda!

Politikkur | 24/11-2022 12:50

Herborg Torkilsdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum

Tá vit hava politiskt orðaskifti í sjónvarpinum ella útvarpinum, síggja vit ofta, at tíðin er knøpp og politikarnir skulu hugsa og svara skjótt. Ofta endar tað við, at svarað verður uppá týdningarmiklar spurningar, uttan at ein veruliga nær at hugsa um, hvat verður sagt.

Avleiðingin er, at vit loypa framav í orðum, men tá veruleikin so herjar á, halda vit aftur í gerningum.

Samstundis snakka vit um, at vinna álitið til veljaran aftur- tað er torført. Tá man hoyrir tey somu “lyftini” ferð eftir ferð, uttan at síggja týðilig úrslit, gerst man troyttur- og man missir álitið!

Eg trúgvi, at hetta, fyri tað mesta, er ein blandingur av óumhugsaðum úttalilsum, og einari seinførdari skipan, har broytingar taka tíð!

Tá veljarin hevur staðið við einum trupulleika í fleiri ár; manglandi hjálp frá tí almenna, manglandi viðgerð o.s.fr., so kemur eitt tíðspunkt, har viðkomandi ikki orkar at rópa meira- har man gevur upp!

TAÐ MÁ IKKI HENDA!
Eg havi móttikið fleiri hjartanemandi boð teir seinastu dagarnar; frá menniskjum, sum ikki orka at berjast meira. Menniskju, sum bara innarliga hava brúk fyri, aftur at kenna eina vón!

Tað er okkara ábyrgd, at skapa hesa vón! At skapa eina skipan, har man fær hjálp og stuðul, tá man hevur brúk fyri tí; ikki tá tað er ov seint! 


Ein hurð! Ja, vit hava hoyrt tað fyrr, men tað eigur, at bera til! Aftanfyri hurðina, skulu vit hava fleiri fakliga sterk ábyrgdarfólk, sosialráðgevarar, sum lurta, analysera tørvin hjá tí einstaka persóninum og síðani útvega ta hjálp, sum tørvur er á. Ein útgreining, ein ætlan, ein viðgerð og loypandi uppfylging! Alt samskipa á einum stað!

Ongin skal sleppast á fjall! Ongin skal kenna seg sum eina byrðu!
Vit mugu tora veruligar broytingar! Ikki smáar lappaloysnir, men veruligar betringar! Innan tað almenna má skipanin endurskoðast og endurnýggjast, tí sum er, riggar ikki nóg væl!


Slíkar broytingar taka tíð, og tíðina hava øll ikki. So meðan tað fer framm, mugu skjótar, haldgóðar loysnir útvegast til tey, sum standa og bíða! Kosta, hvat tað kosta vil! Útset íløgur, sum kunnu útsetast, tí menniskjan má raðfestast fyrst!


Herborg Torkilsdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi