Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvat er tað at læra at lesa, vert?

Politikkur | 24/11-2022 21:00

Helga Bára Mohr Vang valevni fyri Javnaðarflokkin

Alneyðugt er at samskipa tiltøk og menna undirvísingatilfar, so øll orðblind børn í Føroyum fáa somu møguleikar og kunnu rúmast í øllum lærugreinum, óansæð, hvar tey ganga í skúla. 


At vera orðblindur verður ofta umrøtt sum eitt ósjónligt brekt, sum ov nógv gjøgnum tíðir hava drigist við einsamøll. Tíbetur er nógv broytt tey síðstu árini, takkað verið millum annað áhugafelagskapinum “Felagið fyri lesi- og skriviveik”, har eldhugaðar sálir hava skapt umrøðu og tilboð til næmingar, sum stríðast við orðblindni.

Orðblindni kann hava stórar avleiðingar fyri eitt menniskja. Tað at byrja sína skúlagongd við ikki at megna eina av høvuðsuppgávunum – at læra at lesa – er ein stórur ósigur at uppliva tíðliga í lívinum. Okkara fólkaskúli er soleiðis innrættaður, at fyrst lærir tú at lesa, síðani lesur tú fyri at læra.

Sostatt er lesingin grunnurin fyri øllum øðrum sum ein lærir har. So hvat ger man, um lesingin er ein avbjóðing, sum tað er hjá millum 5-10% av øllum fólkaskúlanæmingum? Sjálvt støddfrøðibøkur innihalda nógvan tekst longu frá 2. flokki.

Frá 2015 hava allir næmingar í fólkaskúlanum verið kannaðir í 3.flokki fyri orðblindni og millum 2010-2020 vóru fleiri lógir dagførdar og leiðbeiningar gjørdar, soleiðis at orðblind blívu betur javnstillað við aðrar næmingar í fólkaskúlanum.

Eitt nú við tøkniligum amboðum
og longdari próvtøkutíð. Í 2019 kom kunngerð um førleikastovur í fólkaskúlanum og har stendur, at tað er uppgávan hjá orðblindalæraranum at útvega tilfar, fyrireika og førleikamenna undirvísingini hjá orðblindum í fólkaskúlanum.


Øll hesi tiltøkini hava verið neyðug og verið við til at flyta undirvísing fyri næmingar við orðblindni rættan veg – men her er enn pláss fyri batum. Tað er ein rúgvumikil uppgáva at útvega og tillaga serligt undirvísingatilfar, og í løtuni liggur uppgávan á hvørjum einstøkum orðblindalærara og skúla. Tað kann tí vera ymiskt, hvørja hjálp og tiltøk ein orðblindur
næmingur fær bjóðað, av tí at tað er upp til hvønn einstaka skúla, førleikastovu og orðblindalærara at skipa hetta.


At læra at lesa er nógv vert, og ilt er at fóta sær í dagsins samfelag uttan hendan førleikan – men tað er ikki bert sjálvsvirðið og skúlagleðina hjá børnum, sum verður ávirkað um børnini uppliva fleiri niðurløg enn sigrar. Tískil er alneyðugt at samskipa tiltøk og menna undirvísingatilfar, so øll orðblind børn í Føroyum fáa somu møguleikar og kunnu rúmast í øllum lærugreinum, óansæð, hvar tey ganga í skúla.


At menna serligt føroyskt undirvísingartilfar til orðblind kann jú bert gerast í Føroyum og hetta er eitt alneyðugt átak sum okkara politiska skipan eigur at skipa fyri. 

Sum títt val, fari eg at arbeiða fyri at hesi tiltøk verða sett í verk, og onnur, sum bøta um umstøðurnar hjá næmingum við orðblindni.


Helga Bára Mohr Vang
valevni fyri Javnaðarflokkin.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi