Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

HEILSU- OG UMSORGANARØKIÐ HEVUR UPPIBORIÐ VIRÐING

Politikkur | 24/11-2022 22:35

Birita Matras Petersen, valevni fyri Javnaðarflokkin

Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á starvsfólki innan heilsu- og umsorganarøkið. Skulu vit nøkta hendan tørvin, er neyðugt, at starvsfólkini fáa eitt lønarlyft – løn í samsvari við ábyrgdina, sum liggur á teimum.

Sjálv havi eg fyrr starvast á einum røktarheimi í Klaksvík og í eitt styttri tíðarskeið sum hjálparfólk á einum dagstovni. Her arbeiddi eg saman við fólki, sum við sínum serkunnleika og nærlagni røkja ein týðandi leiklut í okkara vælferðarsamfelagi. Eru vit góð við hesi starvsfólkini, eru vit góð við okkara nærmastu.

Í kjalarvørrinum á stóra tørvinum á heilsu- og umsorganarstarvsfólki seinastu tíðina, hevur ein nærum fingið fatanina av, at vit skulu hópframleiða sokallaðar heitar hendur. Hetta er nokk tætt knýtt at fatanini av starvsøkjum, har kvinnur eru ráðandi. Hetta snýr ikki bert um heitar hendur, men um vit, skil og fakkunnleika innan økið.

KYNSBÝTTI ARBEIÐSMARKNAÐURIN
Í Føroyum er ein stórur lønarmunur millum kvinnur og menn. Sambært hagstovuni, var munurin millum samlaðu lønargjaldingarnar fyri oktober mánað 202.2 mió kr. millum kvinnur og menn.

Verður gravað eitt sindur í hesum muninum, er orsøkin m.a., at kvinnur í størri mun starvast í heilsu- og umsorganarøkinum. Fyrsta orsøkin er lønarlagið, ið ger henda munin. Í øðrum lagi, vísir gransking, at kvinnur arbeiða í størri mun niðursetta tíð, hóast høga luttøku á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er tætt knýtt at ábyrgdini, sum kvinnur hava í heima við hús.

At kvinnur í størstan mun taka sær av tí, sum hoyrir heiminum til og umsorganini av børnunum verður eisini staðfest í manntal 2011 og í kanningini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi frá 2020. Sostatt er okkara kyn avgerandi fyri, hvørjar
møguleikar, vit hava her í Føroyum.

At kvinnur og menn í Føroyum ikki eru fíggjarliga javnsett er í sjálvum sær ein fólkaræðislig avbjóðing. Hetta hevur sjálvsagt avleiðingar fyri kvinnuna og avmarkar hennara frælsi.

FISKUR OG VÆLFERÐ
Sum søgulesandi er freistandi at leita aftur í tíð og seta hetta í samband við fortíðarinnar virðing av arbeiðinum hjá føroyskum kvinnum. Tá fiskivinnan av álvara tók seg upp í Føroyum, varð arbeiðið hjá nógvum monnum flutt frá heimaútróðri til fiskiskap við størri skipum ofta mánaðir at gangin. Havið var eitt vandamikið arbeiðspláss, har ein ikki visti, um hann nakrantíð slapp at síggja síni nærmastu aftur.

Tá báturin hevði loyst frá landi, skuldi kvinnan aftur til arbeiðis – hon hevði ikki stundir til at standa og kúra, meðan báturin hvarv í eygsjón. Nú var hon í bæði faðirs og móður stað. Hon tók sær av arbeiðinum uttandura sum innandura.

Tær virkaðu fiskin, sum menninir fingu til lands, tóku sær av børnunum, heimliga umhvørvinum og útiarbeiðinum, sum har til hoyrdi. Hetta hevur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sera hegnisliga greitt okkum frá.

Tað er áhugavert, at kvinnan kortini sjáldan verður sett í samband við okkara høvuðsvinnu, meðan bøkur og aðrar frásagnir um djarvar og ídnar menn í vandasjógvi finnast í hópatali. Ja, kvinnurnar tykjast ikki at hava fingið viðurkenning fyri teirra lut í høvuðsvinnu okkara. Uttan tær, varð eingin fiskur vaskaður, turkaður og útfluttur av landinum.

Tíðin er komin at sýna kvinnunum í Føroyum virðing fyri týðandi lut teirra í grundarlagnum undir vælferð okkara og okkara vælferðarsamfelagi, sum okkum dáma so sera væl at breggja okkum av.

HVUSSU LOYSA VIT AVBJÓÐINGINA?
Lønarlagið á heilsu- og umsorganarøkinum skal verða hækkað á eitt støði, sum samsvarar við yrkiskunnleikan og ábyrgdina í arbeiðinum. Eg fari at arbeiða fyri, at almenna lønarskipanin verður endurskoðað, og at lønarhækkingar verða latnar í krónum fram um prosentum.

Birita Matras Petersen
Verði eg vald inn, fari eg at virka fyri, at kvinnur og menn í Føroyum verða fíggjarliga javnsett.

Birita Matras Petersen,
valevni fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi