Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hegnigu hendurnar tryggja eisini vælferðina

Politikkur | 25/11-2022 17:45

Uni Holm Johannesen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin skrivar

Føroyskar fyritøkur hava leingi skríggjað eftir hondum, sum skapa og byggja. Hendur sum kunnu byggja og umvæla bygningar, skip, vegir, bilar ella tunlar. Eisini hendur, sum kunnu baka, gera mat, sniðgeva ella skapa hárlist. Alt klókar og hegnigar hendur.

Í Føroyum fara tíbetur nærum líka nógv ung handliga, sum bókliga vegir. Hetta er ikki minst vinnuni fyri at takka. Hon hevur seinnu árini veruliga varpað ljós á yrkisútbúgvingarøkið, so metnógvir lærusáttmálar eru undirskrivaðir, stundum áleið helmingurin av einum árgangi.

Tað er umráðandi, at tey ungu velja rætt og ikki verða eggjað til at fylgja streyminum, men dreyminum. Tað er mín fatan, at tað verður lagt nógv fyri at tryggja so nógvum sum gjørligt pláss á miðnámi, uttan at spyrja, um hetta er tað, ið øll hesi ungu hava bestan hug til. 

Tí tørvur er bæði á teimum, sum nema sær bókliga útbúgving, sum fólki við tekniskum og handaligum førleikum.  

Tað er neyðugt, at taka støði í tí, sum bæði tað almenna og vinnan eftirspyr. Av somu orsøk er skilagott, at fleiri partar eru við at leggja yrkisútbúgvingarnar til rættis, fyri at tryggja, at tær tæna sínum endamáli. Ikki nóg mikið við tí. Ungdómurin eigur eisini at vera spurdur, hvørjar yrkisútbúgvingar tørvur er á, soleiðis at nýggjar útbúgvingar kunnu verða
stovnsettar.

Eisini er neyðugt, at útboðið av hesum útbúgvingum gerst lokkandi og viðkomandi fyri bæði kynini. Tað hoyrist, at tað eru heilt fáar gentur, ið fara yrkisvegin, tí valmøguleikarnir vanta.

Tað er avgerandi, at vit hava eina fjølbroytta arbeiðsmegi í Føroyum. Skal tað eydnast, mugu bæði handligar og bókligar útbúgvingar raðfestast.

Avbjóðingin á yrkisútbúgvingarøkinum er, at tær verða ávirkaðar av konjukturinum. Seinnu árini hevur vinnan havt áhuga í at fáa nógvar lærlingar, tí arbeiðsloysið er lágt og tørvurin á arbeiðsmegi stórur. Nú mugu vit tryggja, at líka lætt verður at fáa lærupláss, tá arbeiðsloysið hækkar aftur. Skipanin má framtíðartryggjast. Hetta er ein uppgáva, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu taka á seg saman við politiska myndugleikanum. Ein avtalað varð undirskrivað tá Javnaðarflokkurin sat við róðrið. Men alt tað arbeiðið var tíverri skúgvað til viks av undanfarnu samgongu.


Vit eru til reiðar at taka arbeiðið upp aftur, koma vit til valdið aftur.

Tað ætli eg mær at arbeiða fyri, verði eg valdur tann 8. desember.

Uni Holm Johannesen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi