Barnakonur til Havnar – onki luksus!
Bjarna Hammer, valevni Javnaðarfloksins skrivar
Síðan barnakonur úr Suðuroynni vórðu noyddar til Havnar at eiga, er lítið og onki gjørt fyri at betra um vánaligu umstøðurnar og vánaligu treytirnar, sum barnakonur og teirra familjur hava, tá tey mugu frá hús og heimi í vikuvís.
Tað finnast óteljandi, syrgiligar søgur um hesa tíðina, har bíðað verður eftir familjuøkingini í Havn. Hetta eigur at verða ein gleðistíð, men í staðin fer tíðin við stúran.
Familjan telur kanska longu fleiri børn frammanundan, og hesi sleppa ikki í skúla, meðan bíðað verður. Makin má forsøma arbeiðið og má bert vóna, at arbeiðsgevarin er tolin og ikki hálar fíggjarliga grundarlagið undan familjuni.
At noyðast at unnvera sítt heim og síni kæru í óvissa tíð, ger verandi umstøður ótolandi og hetta skal støðga! Framyvir skulu umstøðurnar raðfestast og betrast munandi, bæði fyri barnakonur og teirra familjur. Familjurnar skulu húsast nógv betur. Allar útreiðslur skulu endurfíggjast, fyri uppihald, mat, lønarmiss og alt annað, ið kann skjalprógvast.
Heilsuverkið valdi at lata føðistovuna í Suðuroynni aftur. Tí skal heilsuverkið framyvir vísa í verki ta ábyrgd, ið átti at ligið á teimum og fingið umstøðurnar í rættlag, beinanvegin, inntil Suðuroyartunnilin er klárur.
X við C
X við Bjarna Hammer
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










