Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ALS-stuðul til uppsjóvar- og alivinnuna?

Politikkur | 27/11-2022 15:15

Er tað rímiligt, at vit skulu rinda eitt hægri ALS-gjald, fyri at nakrar av ríkastu fyritøkunum í landinum kunnu senda starvsfólk hjá sær í ALS part av árinum?

Tað haldi eg ikki, men tað er júst hetta, sum hendir. Tað síðsta er, at 40-50 starvsfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági nú eru send heim í jólafrí uttan løn (frá Bakkafrost), men har ALS – tú og eg – rindar lønina. ALS er ein ómetaliga týdningarmikil grunnur, sum er ætlaður arbeiðsleysum. ALS hevur eisini eina serliga fiskavirkisskipan, sum er ætlað flakavirkjum, at tá ongin fiskur og arbeiði er, fáa flakafólkini útgjald úr hesi skipan. Upprunaliga var skipanin ætlað “vanligum flakavirkjum”, har tilgongdin av rávøru var skiftandi alt eftir, hvussu fiskiskapurin var.


Men í dag fevnir skipanin eisini um bæði uppsjóvarvirki, kryvjivirki (alivinnan), landingarmiðstøðir og fiskamjølsvirkir.

Man kann ikki siga, at framleiðslan hjá kryvjivirkjunum (alivinnan) á nakran hátt er tengd at veiðuni hjá fiskiskipum, og harafturat verður framleiðslan hjá teimum væl løgd til rættis. Tey stýra í stóran mun, nær, hvar og hvussu nógvan laks, tey kryvja. Tí gevur tað onga meining at tosa um skiftandi fiskiskap í sambandi við kryvjivirkir.


Eitt sindur øðrvísi er við uppsjóvarvirkjunum, sum hóast alt eru tengd at fiskiskapinum hjá uppsjóvarskipunum. Men í hesi vinnu er ikki óvanligt, at arbeitt verður so nógv, tá fiskur er, at starvsfólkini ofta hava forvunnið sær eina ársløn eftir lutfalsliga fáum mánaðum.

Í 2021 vóru samlaðu útgjøldini hjá ALS 77 mió.kr., harav 24 mió.kr vóru umvegis fiskavirkisskipanina – tað vil siga ein triðingur. Sambært almennum skrivi staðfestir stjórin í ALS, at 58% av útgjøldunum umvegis fiskavirkisskipanina í 2014 vóru til virki, sum IKKI virkaðu botnfisk, og sum tí fóru til virki, sum skipanin IKKI var ætlað til. Lutfallið er á leið tað sama í dag.


Hví skulu tú og eg, sum arbeiða og rinda inn í ALS, fíggja og stuðla teimum nógv størstu vinnunum í Føroyum? Er tað rætt, at arbeiðarin skal rinda stuðul til hesar fyritøkur, sum hava árlig yvirskot millum 100 milliónir og 1 milliard? Er tað órímiligt, at hesi virki sjálvi rinda lønina til síni starvsfólk? Vit mugu minnast til, at meira fer út, meira má arbeiðsmaðurin, sjúkrarøktarfrøðingurin, timburmaðurin og øll onnur arbeiðandi rinda inn.

Meira út – meira inn.
Tað er ikki bara arbeiðarin, sum fíggjar hendan stuðul, men eisini arbeiðsgevarar, sum hvønn mánað gjalda sítt inn í ALS. Men hesir hava ikki sama framíhjárætt, hóast teirra arbeiði somuleiðis kann liggja lamið part av tíðini – t.d. ferðavinnan um veturin, fleiri handverkarar stóran part av vetrinum, grannskoðarar um heystið og handilsvinnan í januar aftaná jólasøluna. Hví skulu ali- og uppsjóvarvirkini kunna koyra síni starvsfólk í ALS, tá onki arbeiði er, men fyritøkur á landi skulu ikki hava henda møguleika?

Eg haldi, at hetta er órímiligt, tí tað er at gera óneyðugan mun á vinnum.

Lat meg gera tað púra greitt, at hetta ikki er kritikkur av ali- ella uppsjóvarvirkjum, tí hesi virka bert innan teir karmar, sum politikarar áseta.


Tað er so sólarklárt, at skipanin haltar. Stjórin í ALS hevur eisini alment mælt til, at skipanin verður broytt soleiðis, at hon bert skal fevna um tey virki, sum skipanin upprunaliga var ætlað til – tað vil siga “vanlig flakavirki”, sum í høvuðsheitum virka botnfisk.

Eitt av endamálunum hjá mær við at fara inn í politikk er at rudda upp í gomlum stuðulsskipanum, sum antin ikki tæna ella langt síðani hava tænt sínum endamáli. Politikarar mugu hava dirvi til at umsita og brúka pengarnar hjá skattgjaldarunum á bestan hátt og at gera tillagingar í lóggávuni, tá lógin ikki virkar sum ætlað.


Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, ætli eg mær sjálvandi at virka fyri, at fiskavirkisskipanin verður broytt, soleiðis at ali- og uppsjóvarvirkir ikki skulu kunna senda fólkini hjá sær til hús og lata ALS gjalda gildið – tað vil siga senda rokningina til tín og mín og allar aðrar fyritøkur í landinum. Eg eri sannførdur um, at verða neyðugu tillagingarnar gjørdar í fiskavirkisskipanini, kunnu vit lækka ALS-gjaldið fyri bæði arbeiðarar og arbeiðsgevarar.


Óli Jákup Jacobsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin

Um meg:
Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin
Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har
eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi