Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Barnamálaráð skal styrkja familjurnar

Politikkur | 28/11-2022 08:00

Djóni N. Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin

Vit kunnu ikki liva við, at foreldur at børnum við serligum tørvi í tíð og ótíð skulu noyðast í sjónvarpið fyri at fáa neyðugu hjálpina. Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar og gera neyðugu broytingarnar


Í Føroyum er tað eftirhondini gerandiskostur, at foreldur at børnum við serligum tørvi noyðast út í miðlarnar at rópa neyðarróp, tí børnini fáa ikki neyðugu hjálpina.


Skipanin, sum skal hjálpa hesum illa sperdu familjunum, er alt ov stirvin í dag. Foreldur fáa ikki nóg neyvt at vita, hvørji rættindi barnið og tey hava. Ofta noyðast familjurnar sjálvar at leita runt í ymiskum skipanum eftir hjálp. Starvsfólkini kýta seg at gera eitt gott arbeiði, men skipanin haltar.

Seinasti útvegurin
Í Danmark hava tey t.d servicelógina, sum greitt upplýsir familjum, hvørja hjálp og rættindi tey hava, tá ið barnið hevur tann og tann serliga tørvin.


Í Føroyum missa hesi frammanundan hart trýstu foreldur nærum mótið frá fyrsta degi av og orka illa kampin við systemið. Tey koma í klemmu, og fleiri detta niðurímillum í almennu skipanunum.

Eftir at hava stríðst í mánaðir og kanska ár at fáa hjálp kenna fleiri tað sum einasta útvegin at fara í fjølmiðlarnar.

Vit kunnu sum samfelag ikki liva við, at fólk skulu vera noydd at fara í sjónvarpið í tíð og ótíð fyri at fáa hjálp. Tað er óvirðiligt, og er als ikki nøktandi í 2022. Vit mugu tryggja hesum familjunum ein virðiligan gerandisdag, og tað mugu vit gera BEINANVEGIN.


Landsstýrisfólk í barnamálum
Komandi árini eiga vit at raðfesta øll átøk, sum gagna børnunum og foreldrunum.
Her hevði eitt landsstýrisfólk í barnamálum heilt greitt verið ein gongd leið. Eitt Barnamálaráð.
Hetta var eitt av mínum hjartamálum seinasta løgtingsval, og eg fegnist um, at onnur valevni nú eisini tykjast at hava tikið hugskotið til sín.

Eitt landsstýrisfólk í barnamálum hevði fingið ábyrgd av at endurskoða og samskipa tey tilboð, sum verða veitt børnum og ungum í dag og áhaldandi meta um tørvin á nýggjum tilboðum.

Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar (almannaverk) og gera neyðugu broytingarnar og nýskipanirnar.


Vit skulu bróta niður múrar millum fakbólkar, stovnar og geirar, so vit eru saman um børnini. Í felag skulu vit orða og seta í verk eina barnapolitiska virkisætlan, sum skal tryggja, at onki barn í Føroyum dettur niður ímillum skipanir. At onki barn í Føroyum stendur uttan hjálp, bert tí at barnið formelt er eitt ár eldri enn í gjár ella skiftir ímillum stovnar.

Íløgan lønar seg

Barnamálaráðið skal eisini tryggja, at foreldur at børnum við serligum avbjóðingum altíð vita, hvar tey skulu venda sær fyri at fáa neyðugu ráðgevingina og tilboðini. Somuleiðis skal ráðið syrgja fyri, at foreldur, stovnar og geirar arbeiða saman um at veita røttu tilboðini til børnini. Øll børn í Føroyum, ið hava brúk fyri hjálp, skulu hava rætt til eina samskipaða og samanhangandi tænastu.


Harumframt skal Barnamálaráðið eisini tryggja, at fakliga støðið hjá teimum, sum eru um børnini, altíð er høgt.

Umframt at gera tað liviligari hjá familjunum, sparir hetta samfelagnum aftur í ríkiligt mát seinni.

Íløgan kann nevniliga minka um trupulleikar við strongd, sjúkrameldingum og óarbeiðsføri.

Djóni N. Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi