Kostar einki at hækka skattafría markið
Heðin Mortensen, valevni Javnaðarfloksins skrivar
Tórshavnar kommuna hevur sum einasta kommuna í landinum avtikið fráfaringaraldurin. Persónliga haldi eg eisini, at tíðin er komin at hækka skattafría markið hjá pensjónistum til 100 túsund krónur.
Samfelagsliga kostar hetta onki. Fyri tað fyrsta koma allir hesir pengarnir so ella so innaftur. Í øðrum lagi er alternativið, at pensjónisturin – sum veruliga ynskir at arbeiða - fer heim og gevst at arbeiða.
Vit hava eitt ótal av fólki, sum ikki bara eru arbeiðsfør, men veruliga brenna fyri sínum arbeiði, hóast tey eru farin um vanligan fólkapensjónsaldur. Hesi skulu stimbrast við at tær fyrstu 100 túsund verða skattafríar.
Okkum tørvar hesi á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsgleðin verður størri. Framleiðslan verður størri.
Og eg ivist ikki í, at samfelagsliga verður hetta uppá allar mátar ein stórur fyrimunur.
Heðin Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










