Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkisútbúgvingar ja takk!

Politikkur | 29/11-2022 18:15

Eyðgunn Samuelsen, valevni Javnaðarfloksins skrivar

Vit mangla arbeiðsmegi á nógvum økjum í Føroyum. Tí mugu fleiri útbúgvingar- og lærupláss
verða tøk innan, námsfrøði, sjúkrarøkt, heilsufakini og yrkisútbúgvingar.


Samstundis mugu vit gera tað smidligari hjá teimum, ið longu hava førleikar og royndir innan
ymisk størv at nema sær útbúgving.


Førleikameting og góðkenning av útbúgvingum.
Sambært dokumentarsendingini “Førleikar fyri skeyti” hjá Kringvarpinum, herfyri, eru umleið 400 kvinnur av asiatiskum uppruna í Føroyum. Tær flestu hava hægri útbúgving, ið tær ikki sleppa at brúka, tí teirra útbúgving ikki er góðkend í Føroyum. Hetta er als ikki gott nokk og tí má arbeiðið við førleikameting og góðkenning av útbúgvingum styrkjast.


Vaksnamannalæra setast í verk beinanveg
Vit hava nógv tilkomin fólk, ið kundu hugsa sær at farið í læru, men tey hava eitt nú børn og hús, og tí ikki ráð at fara í læru, tí lærlingalønin ger tað ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman. Í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum skal vaksnamannalæra tí setast á stovn, har tilkomin kunnu fara í læru við hægri løn, enn vanliga lærlingaløn.


Innan umsorgannarfakini eiga vit at seta skipan í verk so eitt nú heilsuhjálparar og heilsurøktarar kunnu fáa løn undir útbúgving. Hetta vil eisini økja um tilgongdina til fakini.


Jøvn tilgongd av læruplássum skal tryggjast.

Vit hava ung í Føroyum, ið ynskja at fáa eitt lærupláss, men einki fáa, tá ið tíðirnar ikki eru góðar. Øvugt eru metnógv lærupláss at fáa í góðum tíðum.


Tó kunnu ung altíð sleppa inn á miðnám, uttan mun til hvussu tíðirnar eru. Tí fara fleiri á miðnám, ið kanska heldur ynsktu sær eitt lærupláss. Hetta er ikki nøktandi, og tí má tað almenna ,saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, tryggja, at tað ber til at fáa eitt lærupláss, uttan mun til hvussu tíðirnar eru.

Avtalað var í undanfarnu samgongu við trýpartasamráðingum, at í ringum tíðum bindur tað almenna seg til at nýta nógvan pening til viðlíkahald, so vinnan hevur arbeiðið, og tí kann bjóða lærupláss, eisini tá ið tíðirnar ikki eru góðar. Hetta skulu vit taka upp aftur, um Javnaðarflokkurin kemur til valdið.


Fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum
Vit eiga miðvíst at seta fleiri yrkisútbúgvingar á stovn, so útboðið verður meira fjølbroytt eitt nú tænara og reseptionist. Eisini er upplagt at seta útbúgvingina til byggismið á stovn.Vit eiga at kunna skipað skúlagongd í Føroyum fyri smærri fak, so vit ikki koma at mangla grundleggjandi førleikar í Føroyum.


Hetta vilja vit í javnaðarflokkinum arbeiða fyri.

Eyðgunn Samuelsen, valevni Javnaðarflokkurin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi