Vit ungu eru framtíðin
Miliu Egilsnes Anda, valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar
Tí skulu vit skapa góðar og tryggar karmar til okkum at liva og mennast undir. Men tey, sum hava sitið á løgtingið, hava raðfest okkara framtíð alt ov lítið. Eg vil, at ung skulu fylla meira í politikki, tí vit skulu liva við avgerðunum, ið alt ov ofta verða tiknar fyri okkum. Vit vera als ikki hoyrd.Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg brenni fyri nøkum økjum, sum eg haldi fáa ov lítla politiska raðfesting.
Serliga eru tað hesi økini, eg komi at leggja dent á í hesum valstríðnum:
Bústaðir - Vit skulu orða ein greiðan bústaðarpolitikk, so bústaðarmarknaðurin ikki verður stýrdur av tilvild og privatum vinningi.
Umhvørvið - Vit skulu hava ein greiðan umhvørvis- og náttúruverndarpolitikk, ið bremsar dálkingar-, veðurlags- og margfeldiskreppuni.
Sálarheilsa - Psykiatriska økið skal hava hægstu politisku raðfesting við langtíðar- og heildarloysnum.
Ójavni - Lág og miðallønt skulu hava skattalætta, so vit minka um ójavnan í samfelagnum.
Útlendingamál - Vit skulu fevna um tilflytarar so bæði tey og vit fáa gleði og gagn av teirra førleikum.
Vælferð – Skipanirnar fyri borgaran skulu gerast lættari og betri. Borgarin kennir alt ov væl til, hvussu stravnar skipanirnar eru.
Samferðsla - Bygdaleiðir skulu fáa fleiri túrar, so landið kann bindast saman.
Fosturtøkulógin – Lóggávan skal nútímansgerast, kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi.
X við Miliu Egilsnes Anda,
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










