KREPPUHJÁLP TIL BREKØKIÐ - TALSFÓLK ER NEYÐUGT
Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar
Brekøkið er í eini kreppustøðu. Støðan er so álvarslig, at vit kunnu spyrja okkum sjálv, um tað yvirhøvur er rímiligt at kalla Føroyar fyri eitt vælferðarsamfelag. Tá eg hugsi um tær siðbundnu frágreiðingar um, hvat eitt vælferðasamfelag er, ja so er tað eitt samfelag, sum loftar teimum, íð hava størsta tørv á stuðli, hjálp og loftandi skipanum. Er tað veruliga soleiðis í Føroyum í løtuni?
Eitt talsfólk á brekøkinum er neyðugt. Eitt talsfólk, sum skal virka sum politisk óheft eftirlit og vera við til at tryggja, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í Breksáttmálanum, sum Føroyar síðani 2009 hava bundið seg til. So er ikki í løtuni.
MEGD, meginfelag teirra, ið bera brek, vísir aftur og aftur á átrokandi mál, sum mugu loysast, ongantíð ov skjótt. Tað er torført at vera ósamd við tí, MEGD ber fram, men eyðsæð er ov langt frá hugsan til gerðir í politisku skipanini. Tað er als ikki nóg gott.
Vit mugu hava eina brekpolitiska virkisætlan, sum byggir á langtíðarætlanir fyri alt brekøkið, og sum ikki er tongd at nøkrum politiskum flokki ella samgongu. Støðufesti er alneyðugt fyri at tryggja okkara felags vælferðarsamfelag, soleiðis vælferð kemur teimum til gangs, sum hava allarmest tørv á tí.
Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










