Øll skulu hava møguleika til varandi bústað
Fía Selma Nielsen, valevni Fólkafloksins skrivar
Umleið 2.500 fólk eru á bíðilista til leigubústað hjá Bústøðum. Bústaðir hava 380 leigueindir og 146 eru í gerð. Hjá Bústøðum merkja tey stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá yngri og eldri føroyingum.
Eftirspurningurin og tørvurin hjá hesum aldursbólkum er tó ikki tann sami, og tað er serliga eftirspurningurin hjá teimum yngri eftir smærri íbúðum, sum ikki verður nóg væl møttur.
Nógvar kommunur hava onki tøkt grundstykki, men er man so heppin at fáa grundstykki, so er ikki vist at man hevur ráð og hug at byggja – tí skuldarbyrðan ofta verður drúgv og tung.
Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum, umframt at ferðavinnan er vaksin heilt nógv. Hesi bæði hava økt eftirspurningin eftir búeindum munandi. Sambært hagstovuni so eru vit 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbindingartølunum frá SEV.
Fólkaflokkurin vil hava, at øll hava møguleika at hava ein varandi bústað. Vit kunnu loysa hesa avbjóðingina, við at loyva bústøðum at byggja nógv meira, og at gera karmar fyri einum vælvirkandi lutaíbúðarmarknaði.
Gevur tú mær títt álit á valinum 8. Desembur fari eg at virka fyri hesum.
Gott val – X við A
Fía Selma Nielsen
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










