Allir føroyingar eiga at sleppa at njóta føroysku náttúruna
Helgi Abrahamsen, valevni fyri Sambandsflokkin skrivar
Hvør eigur Føroyar? Eru tað vit øll sum búgva her, ella eru tað bara tey sum hava okkurt matrikkulnummar at vísa á? Skulu øll hava loyvi til at ganga í haganum – eisini tey sum ikki eiga jørð? Og hvussu við útlendingum?
Eg umsat hetta málsøkið í landsstýrinum í tvey ár. Kravið var, at ein lóg skuldi gerast, sum allir partar vóru samdir um. Men tað er ómøguligt at fáa allar partar samdar um jørð. Ein nýggj samgonga má tí leggja arbeiðið øðrvísi til rættis.
Eg haldi, at rætturin at ganga skal vera kostnaðarleysur, men at vit skulu hava inntøku av at selja tænastur.
Atlit skulu takast til landbúnaðin, soleiðis at tað at fólk ferðast í haganum órógva landbúnaðin minst møguligt. Eisini má berast so í bandi, at ókunnug fólk ikki ganga seg í óføri.
Eg skilji væl, at øll vilja berjast fyri sínum sjónarmiðum, og øll vilja hava sum mest burturúr. Men eg ivist ikki í, at tað finnast loysnir, sum vit øll kunnu liva við, og sum fara at tæna føroyska samfelagnum.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










