Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

GREIÐAN FERÐAVINNUPOLITIKK – ÁÐRENN TAÐ ER OV SEINT!

Politikkur | 06/12-2022 08:00

Ólavur Larsen, Valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar

Vit hava tosað um ferðavinnuna í áratíggju, men nú er ferðavinnan komin fyri at vera, og vit eru als ikki klár at lofta øllum ferðafólkunum. Tað er sjálvsagt sera jaligt, at vit eru í ferð við at fáa eitt nýtt bein at standa á, við tí ferðavinnuvøkstrinum, sum vit hava sæð tey síðstu fáu árini. Vit eru bara ikki klár at taka ímóti øllum ferðafólkunum, tí vit hava ikki ein greiðan ferðavinnupolitikk at stýra eftir. Alt er sum best ber til, og so vóna vit, at tað gongur, men eftir mínum tykki, er tað als ikki í ordan. Tað er opið kríggj innanhýsis í Føroyum, tí vit ikki hava eina felags ætlan og ein greiðan málsetning fyri okkara ferðavinnu. Tað má broytast!

Gott fyri nøkur fá
Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hála ferðafólk til Føroyar, og tað hevur riggað ómetaliga væl. Vit eru bara tíverri ikki meir enn hálvklár til at taka ímóti teimum. Visit Faroe Islands hálar fólk til Føroyar, kunningarstovurnar og Green Gate royna sum best ber til at lofta teimum, bóndur og hagastýrini berjast sín kamp fyri náttúruna og djórini, meðan flestu kommunurnar yppa øksl, tí tær vita ikki, hvat tær skulu gera. Atlantic Airways, SAS og Smyril Line royna samstundis at fylla síni flogfør og Norrønu, fyri at fáa so nógv í kassan sum til ber – og sjálvandi gera tey tað. Avbjóðingin blívur bara tann, at um summarið er alt landið á tamb við ferðafólki, sum ganga og mæla akkurát har, sum tey hava hug, eru til ampa fyri okkara náttúru- og djóralív, og fáa als ikki ta tænastu, sum tey burdu fingið.

Um vit høvdu skipað viðurskiftið kring landið, so kundi ferðavinnan verið eitt gull-egg fyri okkara samfelag, men í staðin er
ferðavinnan eitt gull egg fyri nøkur fá, og ein stór avbjóðing fyri restina av føroyingunum og okkara náttúru.

Hvat kunnu vit gera?
Eftir mínum tykki, mugu allir partar stinga høvdini saman, leggja eina ætlan og seta eina greiða kós, til frama fyri Føroyar og fólkið her býr, fyri náttúruna og djóralívið og fyri eina spírandi ferðavinnu. Vit mugu tora at taka nakrar felags avgerðir, sum í longdini gera okkum til eina nógv betri ferðavinnutjóð.

Ferðaavgjøld kunnu setast á allar ferðaseðlar hjá útlendingum, sum so partvíst verður brúkt til at menna okkara ferðavinnu, og partvíst verður latið út til økini, har ferðavinnuátøk verða gjørd. Eisini kunnu vit gera eina ferðavinnuapp, har allir ferðavinnumøguleikar í Føroyum eru samlaðir á einum stað, við bókingar- og gjaldsskipan, og við kortið yvir, hvar ein kann ferðast og ikki. Um vit so settu sum krav, at ferðafólk boðaðu frá, tá tey fóru út í náttúruna, so kundu vit stýrt ferðsluni runt um allar Føroyar og sett avmarkingar á tey ymsu økini, ella enntá lukka onkur øki niður fyri vitjan onkran dag, tá tað er neyðugt.

Tá kundu vit eisini lættliga sett útgjaldini til tey ymsu økini, alt eftir ferðafólkatalinum. Tað kundi eisini hjálpt stórliga uppá
bjargingararbeiði, um tað bleiv hugsað inn í appina. Ein slík app hevur óendaligar møguleikar um vit tora at seta slíka verkætlan í gongd. Hetta eru bara einkult dømi um, hvat vit kunnu gera fyri at fáa nakað burturúr ferðavinnuni, og hvussu vit kunnu gera vælvirkandi skipanir, til frama fyri føroyingar, jarðeigarar, vinnuna og ferðafólkini.

Um vit bera okkum rætt at
Um vit bera okkum rætt at, so kunnu vit syrgja fyri, at allir føroyingar sleppa at ganga í okkara vøkru náttúru, uttan nakað gjald. Tað krevur bert, at vit fáa skipað okkara ferðavinnu ordiliga. Um vit bera okkum rætt at, verður ferðavinnan eisini eitt gull-egg fyri flest øll her í landinum um nøkur heilt fá ár – ikki bert nøkur fá. Hetta arbeiðið fer at krevja nógv, men er alneyðugt. Um vit onki gera ella ikki leggja eina greiða ætlan, so verður ferðavinnan ein enn størri avbjóðing fyri alt Føroya land, og tað fer at gera óbøtaligan skaða á okkara fantastisku oyggjar.

Hetta ætli eg mær at brúka tíð og orku uppá, um eg fái møguleikan til tað.

Ólavur Larsen,
Valevni fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi