Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hetta er Hildibjarta.

Politikkur | 06/12-2022 08:15

Bjarni Arge, Løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Hon er ein góð vinkona hjá mær. Hon er útbúgvin námsfrøðingur. Og so er hon mamma at einum 9 ára gomlum soni, sum – eins og nógv onnur børn – hevur avbjóðingar í gerandisdegnum. 

Hann hevur nú staðið á bíðilista hjá barna- og ungdómspsykiatriini í 21 mánaðir. Skjótt tvey ár. 
Og tað er alt, alt, alt for leingi. 

Eg hoyri ofta fólk siga, at “øll skulu hava ein bókstav í dag”. Tað er sum um, at tey halda, at foreldur bara senda børnini – sínar gullklumpar – til barna- og ungdómspsykiatriina til stuttleika. 

Áðrenn mann tekur ta hørðu avgerðina, at eitt barn skal til útgreining, so hava øll rundan um barnið roynt allar hugsandi møguleikar. Tað kann vera ergoterapeut, sálarfrøðing, stuðulstímar, námsfrøðilig ráðgeving og so víðari. Og øll fakfólkini hava gjørt sítt besta.

Tá mann so ikki sær nóg stórar batar, so er útgreining seinasti útvegur. 

Men tað ger ilt verri, at bíðitíðin er upp í tvey ár, tá mann hevur tikið eina so trupla avgerð. Tað er ikki lætt hjá nøkrum at leita eftir eini diagnosu til sítt egna barn. 

Tíverri er tað soleiðis, at mann í nógvum førum skal hava eina diagnosu fyri at fáa røttu hjálpina. 

Bíðilistin skal styttast. Men eg haldi eisini, at vit mugu uppbyggja hjálp til tey, sum standa á hesum bíðilistanum. Tí fyri hvønn dag, barnið bíðar, jú verri verður at geva hjálpina, sum skal til. Og tað er óansæð, um barnið fær eina diagnosu ella ei eftir útgreiningina. 

Verði eg valdur hósdagin, fari eg at gera mítt besta fyri foreldur og børn, ið eru í somu støðu sum Hildibjarta og sonurin. 

Tí børnini mugu setast fram um alt.

Bjarni Arge 
Løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi