Hetta fært tú, um tú velur meg
Bjarni Arge valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar
Seinastu vikurnar havi eg havt eitt endamál: At vísa tykkum, at eg vil hetta og gera mítt besta.
Eg vil fyrst og fremst:
• At børn og ung skulu setast fram um alt annað í politisku skipanini.
• At vit skulu hava eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum íverksetum og smærri vinnurekandi.
• At politikkur verður fyri øll. At hann verður fortaldur við søgum, humor og skeivum eygleiðingum. Um vit ikki flenna, eru positiv, í góðum lag og frísk, so verður bara stríð og skeldarí.
Eg havi gjørt alt ímillum himmal og jørð í valstríðnum. Morgun, dag, kvøld og nátt. Havi verið pitsakokkur, bakari, súkklari, jólamaður, gestabartendari og skemtari.
Og eg havi elskað tað. Tað er ikki strævið. Tað er lívsjáttandi og gevur meining at stilla upp.
Hví eg havi gjørt alt hatta? Tí politikkur snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um at vera millum fólk, práta og lurta - og gera eina roynd at sannføra.
Eg havi lurtað væl eftir øllum, eg havi møtt. Tað hevur stóran týdning - bæði áðrenn, men so sanniliga eisini eftir val.
Verði eg valdur, fari eg at gera enn meira. Eg skal altíð hyggja tykkum inn í eyguni og vera errin av at siga, at eg geri mítt besta.
Velur tú meg, velur tú mest av øllum ein, sum vil hetta.
Vónandi fái eg tín stuðul í morgin, tá tú fert á val.
Gott val øll somul.
Vilt tú vita meira? Les á míni facebook-síðu her: https://www.facebook.com/bjarni.arge?mibextid=LQQJ4d
Bjarni Arge
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











