Javnaðarflokkurin nógv flestar atkvøður
Allar kanningar vístu gott val til Javnaðarflokkin og so varð
Løgtingsvalið í gjár var rættuliga spennandi. Nógvar veljarakanningar við ymiskum úrslitum og eitt Fólkatingsval 1 mána frammanundan gjørdu at nógv var at tosa um.
Fólk tyktust ikki so spent, men tá valhølini lótu aftur var valluttøkan rættuliga høg.
Úrslitið var, at Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin og Sjálvstýrisflokkurin ikki fekk umboð á Løgtingi.
Fólkaflokkurin 6.473 og 6 tingfólk
Sambandsflokkurin 6.834 og 7 tingfólk
Javnaðarflokkurin 9.094 og 9 tingfólk
Sjálvstýri 938 og ongi tingfólk
Tjóðveldi 6.057 og 6 tingfólk
Framsókn 2.571 og 3 tingfólk
Miðflokkurin 2.242 og 2 tingfólk
Vallutøkan var 88%
Hvørjir flokkar enda í samgongu vita vit ikki enn. Men Sambandsflokkurin hevur Løgmann og tí intiativi til samráðingar í nakrar dagar. Javnaðarflokkurin vil sjálvandi sum stórsti flokkur hava intiativið. Fyrimunurin við at hava intiativ í samráðingum er, at tá ber til at skipa samgongu allar vegir.
Einasti møguleiki hjá Sambandsflokkinum er at fara í samgongu við Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin kann fara í samgongu við Tjóveldi og við Sambandsflokkin. Skal Sambandsflokkurin fáa nakað burtur úr, so noyðist hann at hava intiativið og royna hótta við borgarligari samgongu og á tann hátt at fáa sum mest burtur úr einari samgongu við javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin fær mest burtur úr, um teir samstundis kunnu samráðast við Tjóveldi og Sambandsflokkin.
Men í politiki kann alt henda.
Mest lisið í farnu viku
1 millard í afturgongd í uppsjóvarvinnuni
Andakt
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur