Aksel væntar at skipa samgongu
Samráðingar millum B, C og F ganga væl. Tó eru tær júst byrjaðar.
Samgongusamráðingar millum Javnaðarflokkin Sambandsflokkin og Framsókn tykjast ganga væl. Aksel V Jóhannesen, formaður í Javnaðarflokkinum væntar at teir samráðast til kl. 20 í kvøld og byrja aftur fyrrapartin í morgin.
Enn er, sum vanligt, bara tosa yvirskipa um ymisk mál. Tí ber illa til at siga nakað um hvussu tað gongur. Men vit skilja, at enn eru útlitini góð. Men tað er inni við land at skerini eru, segði Jógvan Ingvard Olsen einaferð.
Í Kringvarpinum nevndi Aksel, at realitetssamráðingar kanska byrja seinnapartin í morgin.
R7 hevur hoyrt, at í Havn væntaðu tey flestu at andstøðan fór at gera nýggja samgongu. Tað ljóðaði eisini á Høgna Hoydal sum um hann hevði vænta tað. Men soleiðis sum Høgni úttalaði seg í formansrunduni valkvøldið, so hevði hann í øllum førum rokna út at B+C+F var meira enn 16 tingfólk.
Tað eru annars fleiri sum hava lagt merki til seinasta árið at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru toluliga samdir og tí eru tað eisini fleiri sum hava rokna við at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endaði í samgongu.
Tað tekur 14 dagar at gera samgongu, tá tað gongur skjótt. So enn kann nógv henda. Hesaferð eru rættuliga nógvir mátar at telja upp í 17.
Tá fyrstu realitetssamráðingarnar eru komnar í gongd finna flokkar útav, hvat teir noyðast at lata og hvat í teir fáa. Tá ber eisini til at meta um flokkur fær betri avtalu aðrastaðni. Og tess longur samráðingar koma tess meira lova teir sum ikki eru partur av samráðingum afturfyri at sleppa í stjórn.
Mest lisið í farnu viku
1 millard í afturgongd í uppsjóvarvinnuni
Andakt
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Spreinging umborð á Glyvursnes
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur