ES stuðlar og onnur áleggja skattir
EIB játtaði 530 mió. SEK í stuðli til svenskt alibrúk sum skal framleiða 10.000 tons av laksi
Europiski íløgubankin hevur játta 530 mió. í stuðli til eitt land-alibrúk í Svøriki. Ætlanin er at alibrúki skal framleiða 10.000 tons árliga. Svenskarar eta 12 kilo fisk pr. persón árliga.
Aftanfyri hetta nýggja felagið standa handilsketurnar Axfood, Coop and ICA sum eru tær stórstu í Svøriki. Tað tryggjar at framleiðslan verður seld.
Grundgevingarnar eru at tað er grønt umframt at fiskur í sjónum antin er hóttur ella troyttur at markinum.
At ES stuðlar við slíkum upphæddum kann samanberast við Norra og Føroyar, har tosa verður um at áleggja gjald. Tað bæði ávirkar kappingarføri hjá føroyskum laksi og kann enda við nógvum útboði í mun til eftirspurningi.
Tað kann verða skilagott at hava í huga, nú júst farna valstríði snúði seg um at alivinnan skuldi fíggja øll vallyftir og harvið landskassan.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











