Finansministari sum spennitroyggja
Samgonguskjalið er sera breitt orða við nógvum ymiskum málum. Pengarnir eru avmarkaðir. Ruth Vang kann skipa aðra samgongu og tí hevur hon sum finansministari bæði ábyrgd og vald
Vit hava í vikuni fingið nýtt landsstýri við 9 landsstýrisfólkum og einum samgonguskjali sum er 13 síður. Vit fara at hyggja eftir samgonguskjalinum komandi tíðina.
Ruth Vang úr Framsókn er finansministari. Hon sigur vanliga sína meining. Fíggjarstýringin hjá Ruth Vang verður avgerðandi fyri atkvøðutalið hjá Framsókn til komandi val. Roknast kann við, at tá tosa verður um langtíðar haldføri í samgonguskjalinum, so verður fíggjarlógin ikki nakað sjálvtøkuborð hjá landssýrisfólkum sum ynskja at gera mun á sínum málsøki.
Framsókn er eisini í tí støðu at tey kunnu skipa tríggjar ymiskar samgongur og tí hevur Ruth Vang góð kort á hondini, tá semja skal gerast í samgonguni. Sum støðan er, so kann hon koyra bæði Tjóveldi og Javnaðarflokkin í andstøðu, um hon ynskir tað.
Vit lesa um langtíðar haldføri. Tað hava vit ofta hoyrt um, men løgtingi hevur ikki gjørt nógv á økinum. Tað sær út til at hetta verður sett á skinnarar. Tað merkir tó at vit skulu brúka minni nú, fyri at eiga pengar til fastar útreiðslur í framtíðini.
Langtíðar íløgukarmar verður eisini tosa um. Vanliga eru íløgur valagn. Tí verður tað ein stór og sera trupul uppgáva.
Uppundir val hava vit hoyrt um manglandi fíggjarstýring og undirskot. Helst er tað orsøkin til at vit hava fingið nógvar rundar orðingar har tey ynskja at hugsa um alt og øll. Men tað merkir samstundis at samgongan skal samráðast um so at siga alt. Roknast kann við, at samgongan brúkar stóran part av tíðini at samráðast um hvat skal við og hvat ikki skal við í fíggjarlógina.
Men Ruth Vang hevur tá buktina og báðar endarnar. Tað er stórt vald og ein stór uppgáva. Men uppgávan hjá Aksel Jóhannesen og Høgna Hoydal at fáa floksfelagarnar at góðtaka at tað er avmarka til av pengum verður ivaleyst minst líka stór.
Brot úr samgonguskjalinum á síðu 2:
Ábyrgdarfullur búskapar- og fíggjarpolitikkur skal tryggja vælferðina og at okkara eftirkomarar arva eitt samfelag, ið er minst líka gott sum okkara, og sum byggir á haldføran og sjálvberandi búskap.
Skil skal fáast á fíggjarstýringina, og búskaparpolitikkurin skal taka støði í nýggjari greining av búskaparliga haldføri Føroya. Samgongan skal á hvørjum ári taka miðvís stig, sum tryggja, at vit røkka langtíðarjavnvágini í búskapinum. Í breiðum politiskum semjum skulu vit tryggja búskaparliga haldførið og gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi verður gjørt eitt fíggjarpolitiskt regluverk
Mest lisið í farnu viku
1 millard í afturgongd í uppsjóvarvinnuni
Andakt
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur