Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur
Árliga lutakastið millum tey sum hava latið fiskamerkir inn síðan seinasta ár, var 21 desember. Vinnarin hevur starvast á Kósini síðan 2003
Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur
Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieothong úr Klaksvík, ið hevur arbeitt á Kósini síðani 2003.
Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 29.september 2019 eystan fyri Nólsoy og fingin aftur við línu 23. januar 2022 á landgrunninum norðanfyri.
Lutakastið varð hildið á Havstovuni í Nóatúni í Havn. Durita Sørensen tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Hallbjørg og Duritu fyri hjálpina og ynskir Piyamon hjartaliga tillukku við vinninginum.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











