Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ChatGPT avbjóðar - og kann umvelta undirvísingina

Innanlands | 31/12-2022 17:30

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ritstjóri og útbúgvin miðnámslærari skrivar um tilgjørdan intelligens og hvat væntast kann av hesum í framtíðini

Gamlaárskvøld 2022
Lærarar, leiðslur og foreldur eru tikin av bóli av hvussu kjattbotturin ChatGPT og onnur sløg av tilgjørdum skili kunnu brúkast av næmingum til at snýta í skúlanum. Til ber at seta bottinum spurningar og síðani fáa rímiliga skilagóð aftursvar, ið ikki eru avskrivað. Hendan snilda tøkni er enn full av feilum, men tilgjørt skil - artificial intelligence (AI) - er soleiðis hættað, at tað kann læra við tíðini. Tískil dugir botturin alsamt betri at hugsa, tess fleiri spurningur hann fær.

Hetta kann sjálvandi síggjast sum ein avbjóðing og ein hóttan, men er sanniliga eisini ein møguleiki.

Sannlíkt verður neyðugt at umvelta alla undirvísingina, tá tilgjørda skilið ikki bara megnar at hugsa líka væl sum ein meðal næmingar, men verður líka gløgt sum lærararnir. Hetta er bert ein spurningur um tíð.

Gjøgnum fjarundirvísingina í koronatíðini hava vit longu fingið nógvar royndir við talgildari undirvísing, so til ber at arbeiða hvar tað skal vera, nær tað skal vera, við hvørjum tað skal vera - so leingi internetsambandið er nøktandi.

Hetta merkir m.a. at undirvísing kann fara fram, hóast vánaligt veður ger tað ógjørligt hjá lærarum og næmingum at koma fram. Hetta merkir eisini, at bólkaarbeiði kann fara fram, hóast næmingar sita í ymiskum bygdum og arbeiða.

Eisini skapar fjarundirvísingin størri fleksibilitet í mun til at fáa vikarar at taka tímar, um onkur lærari hevur fingið forfall.

Vit eru sostatt longu í einum hybridum veruleika, og hondina á hjartað: her vendst ikki aftur, hóast vit mega droyma okkum aftur til eina nostalgiskt-hugnaliga analoga tíð við blýanti/papíri og talvu/kriti. Fjarundirvísingin hevur umvelt undirvísingina munandi, hóast einstøk framvegis royna at venda aftur til “tað gamla”. Vani bítur best, eisini millum lærarar.

Tilgjørda skilið er framvegis undir útbúgving
Tøknin mennist áhaldandi, hóast vit viðhvørt royna at lata sum luft. Í løtuni ger nýggi kjattbotturin ChatGPT um seg á miðnámsskúlum og er vorðin eitt nýtt amboð hjá dovnum næmingum at skriva uppgávur upp á fá sekund - uttan at skula hugsa stórvegis sjálvir. ChatGPT er framleitt av fyritøkuni Open AI, ið varð sett á stovn í 2015, m.a. av Elon Musk. Botturin kann tosa við okkum, hjálpa okkum at forrita, hjálpa okkum at brúka formlar, geva okkum kreativ hugskot og í ávísan mun enntá skriva stílar og uppgávur fyri okkum. Alt hetta krevur bara, at næmingurin dugir at
spyrja bottin nóg neyvar spurningar, ið seta tilgjørda tankavirksemið í gongd. Hetta er av sonnum eitt framúr amboð.

Hóast botturin er rættiliga klókur, hevur hann tó sínar avmarkingar. Eg havi sett honum nógvar ymiskar spurningar, m.a. um føroysk samfelagsviðurskifti, og her ger hann sera nógvar feilir. 

Hann dugir gaman í at hugsa, men mistekur seg eisini ofta. Tó eru svarini vanliga so mikið fræg, at tey høvdu staðið so dánt, um tey vórðu innlatin sum uppgávur á miðnámi. Eg havi eisini roynt at próvhoyra bottin, og tá kann hann viðhvørt tosa uttan um, tí hann ikki megnar at finna rætta svarið.

Botturin dugir illa at skilja ímillum føroyskt og islendskt, og kann tí finnna upp á at blanda íslendskt upp í sítt føroyska mál. Eisini kann hann finna upp á at leita fram íslendsk fakta, tá eg spyrji hann um t.d. føroysk samfelagsviðurskifti.

Langur vegur er enn, áðrenn ChatGDP kemur upp á menniskjaligt støði, men menningin gongur nógv skjótari, enn vit gruna.

Menniskjaligt og tilgjørt skil smelta saman
Óttin er sjálvandi stórur millum lærarar, tí um nøkur ár fer hesin botturin - og aðrar líknandi skipanir við tilgjørdum skili - at fáa so nógvar royndir, so nógva vitan og so skjóta dataviðgerð, at vit ikki longur síggja mun á tilgjørdum og veruligum skili. Fer hetta at merkja, at vit framyvir ikki nýtast at læra at lesa og skriva - og fyri tann skyld eiheldur at nýtast at hugsa sjálvstøðugar tankar? Hví læra seg nakað, um øll vitan verður tøk gjøgnum eina smartfon, eitt smartur ella einar smartbrillur? Sjálvur droymi eg um at fáa tilgjørt skil innopererað í heilan, soleiðis at eg ongantíð aftur nýtist at sláa vitan upp, men altíð veit alt upp á standandi fót. Tað er jú ein framúr eginleiki hjá einum undirvísara og ikki minni hent til Pubquiz ella tá familjan spælir Bezzerwizzer á jólum.

Hendan operatiónin liggur helst nøkur ár frammi í tíðini, men kanska kann hetta gerast ein snildur háttur at varðveita sítt góða minni, tá ein kemur upp í árini og heilakyknurnar byrja at ganga á høkjum. Sum heild kunnu starvsfólk í vitanarstørvum halda heilan skarpan heilt til kroppurin ikki orkar meiri, og tað kann gerast ein tiltrongd loysn upp á samfelagsligu avbjóðingina við “eldrabyrðuni” - bæði inntøkuliga og útreiðsluliga.

Vandin er sjálvandi, at allir tankarnir verða stýrdir av stórum tøknifyritøkum ella av statsligum myndugleikum. Men hinvegin: tað hava teir jú verið í øldir, bara við aðrari kunningartøkni. Tað er einki nýtt í at valdshavarar ynskja at definera hvat er røtt og skeiv vitan. Kirkjurnar høvdu á sinni monopol til at definera hvat var rætt ella skeivt. Síðani tóku skúlarnir yvir við útbúnum lærarum og bókum, ið hava lært næmingar hvat er rætt og skeivt. At tað nú verður flutt yvir í tilgjørt skil, er ein tøknilig víðarimenning av hesi vitanarmiðsavning.

Eitthvørt vælfungerandi samfelag hevur tørv á at sosialisera sínar íbúgvar, soleiðis at teir ikki reka fyri vág og vind, men hava eina rímiliga skilagóða kós.

Tøknin mennist, um vit vilja tað ella ei
Summi vóna, at tilgjørda skilið fer aftur í ommu sína. Summi ynskja at forbjóða nýtsluna av tilgjørdum skili í undirvísingini. Báðir hesi bólkar eru tó dømdir at glatast. Onnur síggja tilgjørda skilið sum ein hátt at hugsa nýtt: at arbeiða snildari, skjótari og bíligari. Hesi skulu arva heimin. At enda eru tað nøkur, ið síggja tilgjørda skilið sum eitt ónt vald, ið fer at taka ræðið á okkum - í besta Illuminati-stíli. Hóast tað ikki skal avvísast, so er tað ikki serliga fruktagott at hava eina so paranoida ella konspiratoriska fatan av tøknini.


Tøknin mennist jú, líka mikið um vit fylgja við ella ei. Okkara val er at fylgja við tøknini og sostatt at fáa fyrimunir av henni - ella at gerast eftirbátar og síðani merkja keðiligu avleiðingarnar av henni. Vit kunnu ikki lata sum um einki hendir; vit kunnu ikki “konstruera” ella “føla” okkum burtur frá veruliga veruleikanum. Tá tað er sagt, er uttan iva neyðugt at regulera tilgjørda skilið, soleiðis at vit ikki verða tikin av bóli av tí. Tí er eisini neyðugt, at vit áhaldandi kjakast um evnið og tær etisku avbjóðingar, ið standast av hesum. Vit skulu frameftir, men við skili, so framburðurin ikki elvir til óneyðugan ótta og strongd.

Føroyar kunnu tó ikki loyva sær at vraka nýggja tøkni og halda fast um gamla tøkni, tí tað vil steðga samfelags- og búskaparmenningini. Vilja vit teljast millum heimsins ríkastu og mest framkomnu lond, mugu vit eisini vera í fremstu røð tøkniliga.

Tilgjørt skil er eitt hent undirvísingaramboð
Aftur til undirvísingina. Eg síggi fyri mær, at tilgjørda skilið kann geva ómetaliga nógvar spennandi møguleikar hjá bæði lærarum og næmingum - og hjá okkum, ið framleiða undirvísingartilfar. Helst verður allur undirvísingargeirin umveltur, soleiðis at tað sum vendir niður, vendir upp.

Eg vil vísa á dømi um kjak, ið í løtuni er í Danmark um kjattbottin ChatGP:
● Gymnasieelever ønsker regler for brugen af banebrydende chatbot. Dr.dk, 19. des. 2022
● Den nye intelligente chatbot underminerer fundamentet for undervisning – vi skal lave det hele om. Gymnasieskolen.dk, 22. des. 2022

Kjattbotturin ChatGPT er eitt dømi um sonevnda Generative Pre-trained Transformer-tøkni, ið byggir á sonevnda “djúpa læring” (deep learning), ið er ein víðarimenning av maskinlæring. Djúp læring byggir á tilgjørd neural netverk, ið kunnu sigast at vera eitt slag av “talgildum heilum”, ið sostatt eisini hugsa á líknandi hátt sum ḿenniskjuheilar. Tað snilda við hesum er, at til ber hjá menniskjum at samskifta við bottar og sostatt læra hesa bottar betri at hugsa. Øvut ber tað sjálvandi eisini til hjá bottunum at læra næmingar at hugsa.

Hetta ljóðar sum Science Fiction, men hetta er veruleiki. Um eg t.d. vil læra meg okkurt um eitt evni, so kann eg seta meg at kjatta við bottin. Mínir fyrstu spurningar eru kanska óneyvir, men so hvørt sum eg samskifti við bottin, kann eg seta neyvari spurningar og sostatt fáa neyvari og betri svar. Og botturin lærur sjálvandi eisini av samskiftinum við meg.
Í framtíðini fara bottarnir ikki bert at duga at kjatta, men eisini at tosa flótandi við menniskju - helst við lítlari og ongari seinking.

Fimm umveltingar - dømi um hvussu undirvísingin kann vendast á høvdið
1) Tilgjørt skil fer at gerast ein ótrúlig kelda til undirvísing. Hesar skipanir - bottar v.m. - fara jú at gerast nógv meiri vitandi enn lærararnir, og sostatt kunnu næmingarnir fáa undirvísing á júst tí støði, teir hava tørv á. Undirvísingardifferentieringin verður lyft upp á eitt heilt annað støði. Lærarin nýtist ikki at velja eina millumleið, ið er nøktandi fyri meðalnæmingarnar, meðan “nørdarnir” og “sibbarnir” verða sleptir upp á fjall. Í staðin fyri at skula greiða frá fakligum tilfari, kunnu lærararnir arbeiða við námsfrøðiligum, menniskjaligum og trivnaðarligum avbjóðingum. Ein góður lærari verður ikki tann, ið hevur internaliserað mesta vitan, men tann, ið dugir best at arbeiða konstruktivt við
øllum møguligum næmingatypum. Hetta er fyrsta umveltingin: alvitandi lærarin verður óneyðugur, men námsfrøðiligir, empatiskir og menniskjaligir eginleikar verða altavgerandi fyri læringina hjá næmingunum.

2) Onnur umveltingin er, at kjattbottar og líknandi tænastur kunnu gerast læruhjálparar hjá næmingunum. Hetta kann partvíst avlasta lærararnar, ið hava trupult við at røkka øllum næmingunum. Men hetta gevur eisini næmingunum møguleika at fáa hjálp við skúlatingum, hóast teir mega hava óskúlað foreldur, ið ikki megna at hjálpa teimum.

Hetta kann eisini gerast ein hjálp hjá næmingum, ið arbeiða við bólkaarbeiði. Botturin verður so at siga ein eyka bólkalimur, ið kann hjálpa næmingunum at arbeiða. Botturin kann eisini hjálpa við at finna keldur, fremja keldukritikk og enntá skriva keldulistar. 

Botturin kann eisini hjálpa við rættlestri, koma við uppskotum um betri málburð o.s.fr. Botturin kann upp á onga tíð transskribera audio-/videotilfar, ið síðani kann siterast í uppgávuni. Botturin vil altíð vera til reiðar at hjálpa, so næmingarnir kunnu fáa svar, tá lærarin ikki er til staðar ella foreldrini ikki eru til staðar. Bæði foreldur og lærarar kunnu
- sum nevnt omanfyri - heldur hjálpa til við námsfrøði, umsorgan og øðrum, ið botturin ikki megnar so væl.

3) Triðja umveltingin er, at næmingar ikki longur verða bundnir at einum floksstigi, men kunnu arbeiða saman við næmingum á øðrum floksstigum ella í øðrum bygdum/londum, ið hava somu áhugamál. Tað verða longu nú framleidd adaptiv læruforrit, ið kunnu tillaga seg til ymisku næmingarnar og teirra lærutørvir.

Undirvísingin verður sostatt einstaklingagjørd og tillagað. Hetta kann gera næmingarnar meiri áhugaðar og motiveraðar. Hetta átti at merkt, at næmingarnir læra meiri og at vitanarstøðið í øllum samfelagnum sostatt verður lyft. Hetta er altavgerandi, um Føroyar skulu vera kappingarførar í globala vitanarsamfelagnum.


4) Her koma vit inn á fjórðu umveltingina. Undirvísingin fer frá at vera staðbundin til at gerast global. Við tíðini fara undirvísingarbottar at kunna umseta frá kinesiskum til føroysk upp á onga tíð. T.d. kunnu ein føroyingur, ein kinesari, ein kongolesari og ein brasilianari arbeiða saman í bólki og samskifta á hvør sínum máli - heldur enn sum nú at samskifta gebrokkent á enskum. Ein flokkur í Føroyum kann fáa fjarundirvísing frá einum japanskum gestalærara, ið tosar á japanskum, meðan føroysku næmingarnir hoyra tað á føroyskum. Tá næmingarnir síðani spyrja á føroysku, hoyrir gestalærarin tað á japanskum.

5) Ein fimta møgulig umvelting snýr seg um tilfarframleiðsluna. Eitt er tað, at undirvísingartilfarið framyvir verður munandi øðrvísi, enn tað er í dag. At tilfar verður meiri interaktivt og adaptivt, síggja vit longu í dag, men framyvir fer tilfarið helst at gerast intelligent, soleiðis at tað kann uppdatera seg sjálvt og sostatt ikki gerast gamalt, longu tá tað kemur út. Tilgjørda skilið kann enntá vera við í sjálvari skrivitilgongdini, og fyrr ella seinni fara bottar at duga so væl føroyskt, at bæði týðarar og rættlesarar verða arbeiðsleysir. Enn longur frammi í tíðini kunnu bottar enntá avloysa rithøvundar og ritstjórar.

Umvelt ella verð umveltur!

Tøkniliga menningin gongur so ómetliga skjótt og tilgjørda skilið verður skynsamari dag fyri dag.

Vit skulu minnast til, at her er so nógv data og at teldurnar arbeiða (les: hugsa) skjótari ár fyri ár, soleiðis at tankaprosessirnar eru so óendaliga nógv skjótari enn hjá okkum deyðiligu menniskjum. Tøknimenningin er eksponentiell, og tí mugu vit góðtaka, at okkara gerandislív, okkara útbúgvingarlív, okkara arbeiðslív, ja alt okkara lív fer at verða umvelt nógvar ferðir gjøgnum lívið. Fyrimunurin er tó greitt, at vit nú fara at kunna læra alt lívið.

Tí kunnu vit ikki annað enn at vera við upp á umveltingina. Tí annars verða vit sjálvi umvelt. Sá á Facebook ein tvøran mann, ið er ónøgdur við øktu talgildingina av samfelagnum: “Vit skulu ikki tvangstalgeldast longur”, helt hann fyri. Kann vera, at summi kenna seg “geld” av talgildingini, men veruleikin er tann, at tey “geldu” verða tey, ið ikki megna nýggju tøknina. Vit fáa ein stættarmun millum “tey talgildu” og “tey talgeldu”.

Sum heild verður framtíðar ójavnin í samfelagnum - og í heiminum - í hvønn mun vit hava atgongd til ta fremstu tøknina. Yvirstættin verða tey við hollum talgildum førleikum, ið hava ráð til støðugt at investera í nýggjastu tøknina. Undirstættin verða tey, ið eru krøkt av talgildu menningini og hvørki hava ráð til ella áhuga í framkomnari tøkni.


At enda vil eg nýta høvið at ynskja tykkum eitt gott og umveltandi nýggjár! 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi