Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tænastu & útreiðslu Føroyar

Innanlands, Vinnulív | 03/01-2023 10:28

Hví tað ikki er rætt at býta Føroyar upp í framleiðslu Føroyar og útreiðslu Føroyar

Søgan um, at tað er ein partur av Føroyum, sum framleiðir tvs. sendur fisk av landinum fyri pengar og ein annar partur av Føroyum, sum brúkar, har fólk fáa pengarnar, sum hin parturin fær inn til landið at brúka, er skeiv.

Niðanfyri verður roynt at greiða frá einum meira nuanseraðum máta at síggja eitt samfelag uppá. Hesin mátin at síggja ein búskap er í stóran mun tann, ið Adam Smith innførdi seinast í 1700 talinum. Her verður tikið útgangsstøði í fólkinum í landinum og hvat tey hava brúk fyri.

Fólk hava ymiskar tørvir í gjøgnum eitt lív, eitt nú vilja vit gjarna á sjúkrahús tá vit eru sjúk. Børn, ung og vaksin eiga at hava møguleikan fyri at ganga í góðum skúlum og lærustovnum. Vit vilja okkara minstu tað allarbesta og at dagstovna økið riggar optimalt. Vit vilja gjarna hava, at tey eldru verða tikin hond um, tá ið tey vegna sjúku og aldur ikki megna meira. Vit vilja hava møguleikan at fara til ein banka um vit hava brúk fyri einum láni. Og til tíðir vilja vit kanska hava eina nýggja telefon ella eina teldu, sum skal innflytast.

Rætt er, at um vit hugsaðu okkum, at eingin altjóða handil var møguligur, og eingin útflutti ella innflutti nakað, so hevði tað helst verið rættiliga fátæksligt í Føroyum. So skuldu vit etið fisk, seyð og epli hvønn dag, verið í ullintum klæðum og kundu framleitt tænastur til hvønn annan, men vit kundu ikki fingið øll tey tingini, sum hoyra einum framkomnum samfelagi til. Av tí, at vit ikki kunnu framleiða allar vørur, vit hava brúk fyri, hava vit tørv á innflutningi fyri at fáa allar okkara tørvir nøktaðar. Á tann hátt kunnu vit siga, at vit liva av innflutningi, saman við tí vit framleiða sjálvi! Hetta er í grundini eisini galdandi fyri flestu lond í heiminum, at tey noyðast at innflyta fyri at fáa allar tørvirnar hjá íbúgvunum nøktaðar.

Flestu vørur vit brúka í Føroyum verða innfluttar, men nakrar vørur vilja vit gjarna framleiða í Føroyum t.d. breyð og mjólk, tí tá verður góðskan betri. Men meginparturin av tí vit framleiða í Føroyum er tænastur, sum ikki eru innfluttar, men verða framleiddar og brúktar í Føroyum. Sambært Hagstovuni er størsti parturin ella meira enn 2/3 av føroyskari framleiðslu tænastuframleiðsla.

Undir tænastu framleiðslu er handil og matstovur, bankar og alment virksemi, so sum skúli og sjúkrahúsverk. Vit framleiða eisini í ávísan mun tænastur til útflutning, tí tá eitt ferðafólk kemur til Føroya og keypir eina tænastu frá einum føroyingi (t.d. eina útferð) er tað útflutningur av tænastum.

Vit hava á hendan hátt øll ein leiklut í samfelagnum. Summi útflyta (t.d. fisk) fyri at vit kunnu innflyta vørur og summi framleiða tænastur (t.d. bankatænastur) fyri at nøkta tann tørvin vit menniskju hava á tænastum. Ongin er týdningarmiklari enn annar, men sjálvandi skal tað vera ein marknaður fyri vøruni og tænastuni tú framleiðir, og er tað ikki tað, heldur tú ikki áfram við at framleiða.

Vit kunnu eisini siga, at vinnan hevur líka nógv brúk fyri tí almenna, sum øvugt. Nógvar vinnur, eisini fiski- og alivinnan, fingu ikki arbeitt uttan vælvirkandi, fríska og væl lærda arbeiðsmegi, sum tað almenna hevur syrgt fyri.

Nógvar vinnur, serliga á landi, vóru slettis ikki til, uttan eftirspurning frá tí almenna, t.d. nógvar heilsølur kring landið, hava stórar kundar í heilsuverkinum, kommunala økinum o.s.fr. bara til mat- og vanligar vørur til tænastur. Fyri ikki at tala um byggivinnuna, sum hevur stórt virksemi av almennum byggi verkætlanum.

Hugtakið virðisøking kann sigast vera tað tú fært burturúr at selja vøruna, tá útreiðslurnar eru goldnar. Virðisøking sær ikki mun á um tú útflytur vøruna ella tænastuna ella um tú selur hana í Føroyum. Tá talan er um almennar tænastur eru serligir hættir at rokna virðisøkingina út, og mugu politikarar har taka støðu til, hvørjar almennar tænastur Føroyar eiga at bjóða út, tí tað tá ikki er nakar marknaður at selja tænastuna á.

Men rættast er at siga, at tað er virðisøking vit øll liva av, ikki útflutningi. Hægri virðisøking, betri hava vit tað, reint búskaparliga. Hetta sæst aftur, tá lond verða samanborin. Tá er tað ikki útflutningsvirðið, sum verður samanborið, men samlaða virðisøkingini per íbúgva.

Til dømis verður ofta nevnt, at føroyingar eru ríkari enn danir, tí okkara virðisøking per íbúgva er størri enn tann danska. Vandin við hugsanarháttinum, at útflutningurin er tað, vit liva av, er, at summi hugsa, at vit skulu royna at fáa útflutningsvirði upp, tí tað er gott fyri samfelagið.

Hetta sæst aftur í uppskotum um t.d. at stuðla fiskavirkjum at keypa fisk úr útlandinum, sum vit fáa til virkingar í Føroyum og so fáa vit hægri útflutningsvirði. Ella tað at seta forboð at flyta fisk út óvirkaðan, tí tað skal ‘virðisøkjast’ á føroyskum virkjum. Hetta er skeivt, tí tað er ikki nøkur virðisøking, sum er betur enn onnur.

Eitt annað dømi um hetta er at seta forboð hjá føroyskum skipum at landa uttanlands. Hetta er skeivur hugsanarháttur, tí tað er ikki útflutningsvirðið vit skulu hava upp fyri at skapa vælferð, men virðisøkingina. Spurningurin um, hvussu býtið millum tað vit útflyta og tað vit framleiða sjálvi skal verða, skal tað almenna ikki blanda seg uppí, men lata marknaðin finna útav.

Samanumtikið gevur tað ikki meining at deila upp í tey, sum skaffa pengar til landið og hini, sum ‘bert’ framleiða tænastur til onnur. Útflutningur er hvørki meira ella minni týdningarmikil enn framleiðsla til føroyska samfelagið, tí tað er virðisøkingin, sum hevur týdning.

Sostatt eru vit øll líka týdningarmikil í tí samfelagnum, har ‘tann ósjónliga hondin’ ræður fyri, hvat fyri vørur og tænastur vit velja at framleiða, út frá tí, vit borgarar hava brúk fyri.

Vit skulu ikki frá almennari síðu blanda okkum uppi tað mekanismuna, tí tað vita fólk best sjálvi.

Hans Ellefsen, Búskaparfrøðingur


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi