Úrvalsítrótturin fær 1,575 milliónir krónur í 2023
Nevndin í Úrvali hevur játtað 14 umsóknum umboðandi 7 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2023
Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 14 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.
Íðkarar og lið umboðandi 7 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð.
Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023.
Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
- Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.
28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur.
Nevndin í Úrval
Hesi hava fingið stuðul:
Jóannes Poulsen Bogaskjóting 80.000
U17 gentur og dreingir Flogbóltur 40.000
Rani A. Dalsgarð Fimleikur 75.000
Astrið N. Breckmann Fimleikur 40.000
Aron D. Jacobsen Fimleikur 75.000
U02 menn Hondbóltur 350.000
U04 menn Hondbóltur 350.000
Elisabeth Erlendsdóttir Svimjing 100.000
Vár E. Eidesgaard Svimjing 100.000
Niels Áki Mørk Styrki 75.000
Maibritt Reynheim Petersen Styrki 40.000
Høgni Kunoy Dávason Taekwondo 100.000
Jónas Nielsen Taekwondo 75.000
Dávid á Lakjuni Taekwondo 75.000
Í alt 1.575.000
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











