Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nationalbankin um sethúsalán

Innanlands | 11/01-2023 11:00

Vøksturin í bústaðarlánum skal síggjast í samanhangi við vaksandi bústaðarprísir, sigur Nationalbankin í árligu metingini av Føroyum

Bústaðarlán frá føroyskum bankum, og donskum realkredittstovnum, telja umleið helmingin av samlaðu útlánununum hjá peningastovnunum í Føroyum.
Bústaðarlánini vóru knapt 7 pst. størri í oktober 2022 enn árið fyri. Bústaðarlánini hava verið í vøkstri seinastu árini, sum skal síggjast í samanhangi við vaksandi bústaðarprísirnar, serliga í Tórshavn.

Bústaðarprísirnir í Føroyum hava verið vaksandi m.a. av vaksandi nettoinntøkum. Ein stórur fólkavøkstur síðani 2013, og fallandi rentustøði fram til endan av 2021, hava eisini økt um eftirspurningin eftir bústøðum. Samstundis hevur útboðið av bústøðum ikki fylgt við økta eftirspurninginum.

Føroyski bústaðarmarknaðurin er merktur av, at meginparturin av útlánunum til bústaðarkeyp eru við avdrátti. Hetta betrar um mótstøðuførið hjá føroysku sethúsaeigarunum í mun til afturgongd í búskapinum.

Stórur vøkstur í íbúðarkostnaði seinastu árini

Føroyskir sethúsaeigarar verða ávirkaðir av rentum Flestu føroysku sethúsaeigararnir hava broytiliga rentu á bústaðarlánum sínum.  Hjá uml. 85 pst. av bústaðarlánunum við broytiligari rentu, er minni enn eitt ár til næstu
rentutillaging. Vaksandi renturnar fara tí skjótt at raka rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum.

Renturnar av føroyskum bústaðarlánum hava verið vaksandi í 2022, men byrjaðu lágt. Rentuhækkingarnar koma omaná, at inflasjónin leggur stórt trýst á føroyska búskapin.

Samanumtikið má væntast, at vaksandi rentuútreiðslurnar av bústaðarlánum, og prísvøksturin sum heild, fara at gera tað torførari hjá føroysku sethúsaeigarunum at gjalda sína skuld.

Rentustuðulin av bústaðarlánum taka tó nakað av ávirkanini, sum rentuhækkingarnar hava á búskapin hjá føroysku sethúsaeigarunum. Rentustuðulin lækkar rentuútreiðslurnar við 35 pst. av rentuútreiðslunum, tó í mesta lagi 100.000 kr.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi