Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Pedagogar og hjálparfólk

Innanlands | 26/03-2023 22:52

Tað er ávís ósemja í pedagogfelagnum, sum bæði hevur pedagogar og hjálparfólk sum limir umframt at pedagogfelagið eisini hevur samráðingarrættin fyri hjálparfólkafelagið.

Góði limur, gott nýggjár 

Ávíst rok hevur verði í miðlunum seinastu tíðina, har Hjálparfólkafelagið hevur roynt at skapt øsing og iva um viljan hjá Føroya Pedagogfelag at arbeiða fyri allar limir.

Sámal Hansen og Hjálparfólkafelagið ynskja at seta kílar millum hjálparfólk og námsfrøðingar. Føroya Pedagogfelag hevur valt ikki at luttaka í hesum sundurlyndi, og fer tí ikki alment út í miðlarnar at avsanna hansara pástandir ella ósannindi.

Vit í nevndini hava altíð roynt at umboða allar limir – og ikki hevur tað verið lætt at framt batar til limir okkara. Vit eru tilvitað um, at hjálparfólk, námsfrøðingar og leiðarar eru og kenna seg sum eftirbátar lønarliga, eftirlønarliga, í viðbótum, og á stórt sæð øllum økjum.

Sámal Hansen ger nakrar lønarsamanberingar, ið ikki eru rættar – samanber byrjunarlønir hjá hjálparfólkum á dagstovnaøkinum við endalønir á serøkinum. Ikki tí, tað er munur á lønini – men tað er eisini munur á, um hjálparfólk og námsfrøðingar arbeiða á dagstovnaøkinum og serøkinum.

Og har eru fleiri avbjóðingar, ið vit sum felag í fleiri ár hava roynt at broytt. Men hóast tað hava vit megnað at fingið arbeiðsgevaran at gera broytingar til frama fyri hjálparfólk, eisini í tíðini eg havi verið formaður.

Eitt nú er eftirlønin hækkað úr 10% upp í 12% - tað sama sum námsfrøðingar og leiðarar á dagstovnaøkinum fáa. *(Námsfrøðingar settir hjá landinum fáa 14% í eftirløn. Hetta kom, tá ið landið gavst at seta námsfrøðingar í tænastumannastørv í 2007. Hesi starvsfólk hava eisini nakrar heilt serligar avbjóðingar).

Endalønin hjá royndastu hjálparfólkunum er hækkað – tó ikki líka nógv sum hjá námsfrøðingunum.

Flestu námsfrøðingar eru framvegis ikki komnir á endastig, hóast tey hava starvsaldur langt omanfyri “verandi” lønartalvu.

So myndin, sum Sámal roynir at mála, at felagið ger mun á sínum limum, er ikki røtt. Vit hava leingi ynskt, at ein heilt nýggj lønarskipan varð gjørd. Millum annað tí, at torført er at rætta upp uppá viðurskifti, ið eru so afturúr í mun til aðrar sáttmálar.

Ein fatan av, at tað er Føroya Pedagogfelag sum einsamalt ásetur og avgerð lønir og sáttmálaviðurskifti, er ein bláoygd og skeiv fatan. Vit hava tíverri ongar batar fingið í gávu, vit hava verið noydd at barst okkum til allar batar.  Hetta hava verkføllini seinastu árini eisini verið prógv um.  

Vit hava ongar gávur fingið frá arbeiðsgevaranum. Sámal Hansen førir eisini fram, at hjálparfólk vera ikki hoyrd í felagnum – hetta er beinleiðis lygn.

Felagið hevur øll árini havt nevndarlimir, sum eru hjálparfólk. Eisini hava vit framt bygnaðarligar broytingar í 2019, har vit nú skipa okkum við einum Hjálparfólkaráðið, Námsfrøðingaráðið og Leiðararáðið, júst fyri at tryggja, at allir tríggir bólkar verða hoyrdir, og fáa møguleikan at gera sína ávirkan galdandi.

Nevndarlimir felagsins skulu somuleiðis umboða allar limir. Annars skal eg minna á, at aðalfundur er aftur 11. mars 2023, og hava tá allir limir møguleika at gera sína ávirkan galdandi.

Styrkin hjá Pedagogfelagnum liggur ikki í limagjaldinum, sum limir gjalda, hóast ein góð fíggjarstøða ger felagið ført fyri at veita góðar tænastur til limirnar. Styrkin liggur í samanhaldinum – framtíðin kemur eisini at krevja, at fakfelagsrørslan stendur enn meira saman, helst í størri og meira samansettum fakfeløgum.

Pedagogfelagið er tí ein virkin partur av Fakfelagssamtarvinum, ið hevur megnað at ávirka politisku skipanina soleiðis, at arbeiðsvikan vónandi verður stytt innan stutta tíð. Mín áheitan til tín er tí – lat ikki sundurlyndið stýra tær, fjálga um samanhaldið. Samanhald gevur styrki. 

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi